Í longri tíð hava skúvoyingar fyrireikað seg til at taka ímóti Margrethu Drotning og Heindriki Prinsi, sum kortini ikki komu á vitjan. Bygdin varð snollað upp, og ætlanin var, at drotningahjúnini skuldu vera tey fyrstu at síggja framsýningina um fuglaveiði, ið skuldi lata upp í sambandi við vitjanina.
Men mikukvøldið eftir samkomuna umborð á Danebrog fekk Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoy boðini, at vitjanin í Skúvoy og í Dímun var avlýst fyri veður.
Mikumorgunin hevði Heðin Mortensen, býráðsformaður í Havn eisini ringt til hansara og spurt, um tey ikki fóru at avlýsa.
Harry Jensen sigur, at skúvoyingar eru ógvuliga harmir.
- Tað eru brúktir so nógvir pengar, og so nógv orka er løgd í, men alt til onga nyttu, sigur Harry Jensen.
Hann ásannar, at líkindini í dag ikki vóru tey bestu, hóast ættin var góð.
Annars heldur hann tað vera løgið fyriskipað, at leggja vitjanina í útoyggjar seinasta dagin, tí tá ber ikki til at gera broytingar. Tað rætta hevði verið at havt meira liðiliga skrá og farið í útoyggjarnar, tá ið veðrið var gott, heldur Harry Jensen.