Skaðalistarnir eru langir

AB hevur tapt fimm ferðir við einum máli, eitt nú tvær ferðir ímóti B36

Støðutalvan sigur, at AB er undir niðurflytingarstrikuni, og at tað higartil ikki er eydnast at vinna. Talan er um fýra tap í landskappingini og eitt í steypakappingini. Felags fyri tapini er, at tey hava verið so tepur, sum tað ber til. AB hevur allar ferðirnar tapt við einum máli, eitt nú tvær ferðir 2-1 ímóti B36 – á útivølli í landskappingini og á heimavølli í steypakappingini.

Í kvøld verður aftur grannauppgerð ímóti B36, og AB venjarin Trygvi Mortensen hevur gott mót:

-Vit síggja framgongd í spælinum, og venjingarnar ganga væl. At vit ikki vóru við í fjórðingsfinaluni í steypakappingini hevur havt við sær, at vit hava havt møguleika at venja, og at fleiri, sum hava verið smáskaddir, eru komnir fyri seg aftur. Í báðum dystunum ímóti B36 hevur tað riðið um snarið, og vit eru vísir í, at tað skjótt fer at gleppa, sigur AB venjarin.

Skaðalistin á Argjum er framvegis langur: Gert Drangastein, Gunnar Haraldsen og Andri Freyr Björnsson eru langtíðarskaddir. Andri Freyr er skurðviðgjørdur í Íslandi og er nú aftur á Argjum. Í kvøld sita Árni G. Nielsen og Karstin Højgaard eisini uttanfyri.

 

Í B36 var vónbrotið sera stórt eftir steypatapið í Klaksvík.

-Persónlig mistøk kosta nógv. Tað rakar meint, at fleiri stuðulsspælarar framvegis eru skaddir. Vit fara út á Argir við teimum, sum eru tøkir, og teimum havi eg álit á, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Meðan tað tvey tey undanfarnu árini, tá ið FM er vunnið, hevur gingið sum eftir ánni, hevur tað í ár verið nógv mótbrekka. Á skaðalistanum eru Sebastian Pingel, Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg og Robert Heðin Brockie. Tað er ivasamt, um Hørður Askham, Høgni Madsen og Alex Mellemgaard vera førir fyri at spæla í kvøld. Í B36 vóna teir, at onkrir teirra vera á dómaraseðlinum á Argjum.