Skaðin kann vera álvarsligur

B36 má royna at klára seg uttan ein av toppskjúttunum í fleiri vikur.

Sebastian Pingel hevur gjørt um seg, síðani hann undan hesum kappingarárinum skifti til B36. Hann hevur skotið fýra mál, men tað gongur helst rúm tíð áðrenn hann kann skjóta næsta málið.


22 ára gamli vongleikarin gjørdist skaddur í 3-1-sigrinum ímóti NSÍ síðsta hóskvøld. Hóast hann royndi at halda áfram, so mátti hann geva upp og lata seg útskifta í 15. minutti.


Í løtuni gongur Pingel á høkjum. Tað er eitt liðband, sum hevur fingið skaða, og í ringasta føri er okkurt slitnað. Fyribils metingarnar siga, at hann má sita uttanfyri í fýra til seks vikur.