Sjúrður Skaale hevur í dag sent miðlunum eitt tíðindaskriv, har hann viðgerð dulnevnda faldaran, sum sambært Vágaportalinum kom í hvørt heim í landinum í morgun.
Faldarin leggur eftir Kringvarpinum og ávísum politikarum. Eitt nú er ein síða í faldaranum, sum eitur "KVF Politikarar". Har eru fýra fólk nevnd. Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen og Sjúrður Skaale.
Og tað hevur fingið øði í fólkatingsmannin, sum frá morgunstundini fór undir at kanna, hvør avsendarin av hesum faldara er.
Les eisini: Dulnevndur faldari um Kringvarpið og ávísar politikarar
- Seinast hesir persónar (handan dulnevndar faldarar, red) vóru upp á spæl, fingu vit at vita, at Estra hevði prentað ta dulnevndu lortaspannina, sum Posta síðani bar út, og soleiðis stoytti í høvdið á Heðini Mortensen. Men Estra vildi ikki siga hvør hevði bílagt uppgávuna - og tað vildi Posta heldur ikki. Tað hevði við sær nógvar atfinningar móti almenna partafelagnum - og nú er politikkurin tíbetur broyttur. Eg ringdi nevniliga til Posta í morgun og fekk at vita, at felagið "Bravogolf" hevði bílagt útberingina. Felagið hevur eina teldupostadressa: "sixidron@nordixis.com". Og telefonnummarið er 449627. Tá tú ringir til tað, svarar ein ensk rødd. Men tá tú biðjur um at tosa við stjóran, fært tú ein føroying í hornið - Búa Tyril, skrivar Sjúrður Skaale í lesarabrævið í dag.
Tað eydnaðist fólkatingsmanninum at fáa fatur á Búa Tyril og sambært lesarabrævinum kom hetta burturúr.
- Eg tosaði við hann eina góða løtu í morgun, og spurdi m.a. hvønn rætt hann hevði at bera eitt skriv í hvørt hús, har eg og onnur verða lýst sum óføroysk og ókristilig. Hann segði seg ikki hava skrivað faldaran sjálvur. Hann hevði bara greitt hann til prentingar, og sent hann til útbering hjá Posta, skrivar Sjúrður Skaale.
In.fo hevur í dag roynt at fingið fatur á Búa Tyril, tó at tað ikki hevur eydnast enn.
Les alt lesarabrævið hjá Sjúrður Skaale her: Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril!!