Skaðarnir í nátt hava verið fáir – og smáir

Tað hevur verið nógvur vindur, men tað hevur gingið væl

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í gjár og í nátt, fleiri staðni, har tað hevur staðið á, hava hvirlurnar verið einar 40 metrar um sekundið.

 

Men løgreglan sigur, at tað hava ikki verið nógvir skaðar. Fyrr í morgun segði løgreglan, at tey vinda um 12 stormskaðar, men talan er um smáar skaðar, tekjur, sum hava rivið, og annað, sum er tikið av vindi.

 

##med2##

 

Eitt nú varð hendan bingjan á Vágsbøi í Klaksvík, har Summarfestivalurin plagar at vera, tikin av vindi, og sum tað sæst, hevur hon tikið ein lyktapela við sær.

 

Tann mesti vindurin var klokkan sjey í morgin, og síðani er hann avhæsaður aftur. Nú er tað bara á Norðradalsskarði og á Høgareyni at hann er yvir 30 metrar um sekundið, men bæði í Hvalba, á Brekkuni Stóru í Sandoynni og á Tjørnuvíkarvegnum er hann enn 30 metrar um sekundið.