Skal ansa oljuni

Myndugleikarnir í Saudiarabia eru farnir undir at manna eitt serligt herlið við 35.000 hermonnum, hvørs uppgáva verður at verja landsins stóra oljuútbúnað ímóti álopum frá yvirgangsmonnum. Tað skrivar bretska blaðið Financial Times. Sambært blaðnum hava myndugleikarnir gjørt av at brúka einar 25 mia. krónur til at manna herliðið og til øll nútímans vápn. Minst fýra ferðir hava yvirgangsmenn roynt at gera seg inn á oljuútbúnaðin í Saudiarabia, men álopini hava ikki gjørt stórvegis skaða.