Skal bótin fyri at koyra ov skjótt, hækkast?

- Tað er vert at umhugsa eina skipan, har bótin fyri at koyra ov skjótt, verður ásett eftir inntøkuni hjá bilføraranum, heldur stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

 

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til, at tað eru bilførarar við góðum inntøkum, sum samstundis eisini eru teir, sum koyra skjótast.

 

Tað heldur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

 

Fyrr í morgun skrivaðu vit, at tað er ein greiður samanhangur ímillum, hvussu góðar lønir bilførarar hava, og hvussu skjótt teir koyra.

 

Les eisini: Fólk við góðari løn eru vandamiklast í ferðsluni

 

Brynhild Høgnadóttir heldur, at ein orsøk kann vera tann, at fólk við góðari løn, hava eisini ofta stórar og góðar bilar, har ferðin ikki merkist so væl.

 

Men ein onnur orsøk kann vera, at bótin fyri at koyra ov skjótt er so lág, at tey leggja einki í um tey fáa bót, tí tey hava so væl ráð at rinda bótina.

 

- Tað kann vera, at bótin fyri at koyra so skjótt er so lág eftir teirra tykki, at tey leggja einki í um tey fáa bót, heldur Brynhild Høgnadóttir.

 

Hinvegin vísir hon á, at tá ið talan er um rúsdrekkakoyring, verður bótin ásett eftir inntøkuni hjá bilførarum. Men tá ið talan er um at koyra ov skjótt, er talan um eina fasta bót, sum verður ásett eftir, hvussu skjótt bilførarin hevur koyrt, og so gera tað annars ikki mun, hvussu góða løn, bilførarin heldur.

 

Og Brynhild Høgnadóttir heldur, at tað hevði verið vert at kanna um tað ikki er rætt at broyta skipanina, so at eisini bøturnar fyri at koyra ov skjótt, verða ásettar eftir inntøkuni hjá bilførarunum.

 

Tað kann vera, at tað hevði fingið bilførarar at hugsa seg betri um og at víst betri fyrilit í ferðsluni, eisini teir sum hava góðar lønir.