Skal grind seljast í handlum ella ikki?

Gutti Winther, navnframur kokkur, heldur, at vit eiga at taka kjakið upp, um grind skal vera handilsvøra ella ikki

Tá ið føroyingar verja grindadráp mótvegis útlendingum, er ein grundgeving, vit altíð brúka, at í Føroyum er grind ikki handilsvøra, tí her verður grindin býtt sundur ímillum fólk, sum fáa hana ópkeypis.

 

Á aðalfundinum í Grindamannafelagnum beint fyri páskir, vísti Gutti Winther, navnframur kokkur, á, at tað er ikki heilt rætt.

 

Hann staðfesti, at grind er at fáa í handlunum, har hann hevur sæð dømi um, at hon kann keypast fyri 90 krónur kilo.

- Eg haldi, at føroyingar eiga at gera upp við seg sjálvar um grind skal vera handilsvøra, ella ikki, staðfesti hann.

 

Hann segði, at tað ringt at sannføra útlendingar um, at grind er ikki handilsvøra, samstundis sum at teir við sínum egnu eygum síggja, at grind er til sølu í kølidiskum í handlunum.

 

Gutti Winther, sigur at hann hevur tosað við handilsmenn um hesi viðurskifti og teir siga, at taka vit støðu til, at grind ikki skal vera handilsvøra, eru teir eisini sinnaðir at halda upp at at selja grind.

 

Teir siga, at vinningurin av at selja grind, er lítil og samstundis kann tað vera ein vansi fyri teirra umdømi, at teir sela grind. Tí eru teir sinnaðir at gevast, kemur ein áheitan frá grindamannafelagnum um tað.

 

Tí heldur Gutti Winther, at hetta er ein spurningur, Grindamannafelagið eigur at taka upp.

 

Les eisini: Einasti møguleiki hjá nógvum at fáa grind

 

Hann heldur, at tað kann væl vera, at niðurstøðan verður, at grind skal vera handilsvøra. Men so eiga vit at halda uppat at brúka ta grundgevingina mótvegis útlendingum, tá ið vit skulu verja okkara grindadráp.

 

Hann heldur eisini, at skal grind vera handilsvøra, kunnu vit kanska eisini gera álvara av og fáa eitt góðkent sláturhús at pakka smærri grindapakkar, sum eru passaligir í stødd til eitt húski, sum kunnu seljast í handlum.

 

Kokkurin heldur, at nú á døgum er húsarhaldini so nógv broytt aftur ímóti fyrr, at tað eru kanska mong, sum ikki hava umstøður til at taka ímóti størri mogdum av grind, sum ein heilur grindapartur kann vera, og tí vilja tey kanska heldur hava smærri nøgdir ísenn.