- Venjingar á koyritekniskari breyt, bjargar mannalívum.
Tað ivast løgreglumenn ikki í.
Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hósdagin, ivaðust hvørki Schandorff Vang, politistur og koyrilærari hjá løgregluni, og Jan Fossaberg, ferðslupolitistur, í, hvussu stóran týdning koyriteknisk breyt hevur.
Tí taka teir avgjørt undir við, at vit fáa eina slíka í Føroyum.
Moralprædikur nytta einki
Løgreglan hevur avtalu um at læna flogvøllin í Vágum til koyrivenjingar og
Schandorff Vang sigur, at hann kennir ongan, sum ikki fær nógv burturúr slíkum venjingum.
Hann sigur, at tað er altavgerðandi at royna tað á egnum kroppi, hvussu tað er koyra í vandastøðum.
- Tað ger als ongan mun yvirhøvur at prædika moral niður í fólk, uttan at tey sleppa at royna tað í verki.
Hann ásannar, at summir eldri politistar hava hug at tað halda, at tað er nyttuleyst at vera á einum slíkum skeiði.
- Men tá ið skeiðið er liðugt, er tað ikki ein tann einasti, sum ikki heldur, at teir hava lært nakað.
Schandorff vang heldur, at tað eru altíð nøkur, sum tað ikki ber til at røkka.
- Úti á almennum vegi fáa tey ofta bara tað eini royndina, so endar galið. Men á eini hálkubreyt kunnu tey royna tað sama aftur og aftur, undir tryggum umstøðum, uttan at nakað hendir.
- Tað ræðir um at fáa tað, bilførarar læra á einum koyritekniskari breyt, at seta seg fast, so at teir klára at snúgva sær burtur úr eini vandastøðu.
Hann kennir ongan politist, ella førara á sjúkrabili, sum er komin illa fyri av hesum. Tvørturímóti hevur lærdómurin av koyrivenjingunum sitið so fastur, at tað onkuntíð hevur bjargað teimum undan eini vandastøðu.
Tí ivast hann ikki í, at vinningurin av eini koyritekniskari breyt er avgjørt størri enn vansin.
Bjargaði honum
Jan Fossáberg, ferðsluløgreglumaður leggur afturat, at hann kann saktans koma í tankar um fleiri støður, har venjingarnar á koyritekniskari breyt hava bjargað honum undan eini vanlukku.
Hann heldur eisini, at fáa við eina slíka breyt, kann kappkoyringin, sum er á alfaravegi kortini, flytast yvir á eitt trygt og skipað øki og tað hevði sanniliga bøtt um ferðslutrygdina.
Hann kemur eisini at hugsa um eitt ferðsluóhapp í hálku, har tríggir bilar finu rættiliga stóran skaða.
- Akkurát tá kom ein oljubilur framvið, men av tí, at førarin hevði venjing av hálkubreyt, kláraði hann at stýra tí stóra, tunga oljubilinum inn ímillum tey trý vrakini, sum stóðu á vegnum.
- Hetta er fyrimunurin við eini koyritekniskari breyt, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tey, sum koyra við høvdinum undir arminum, eru ikki til at røkka kortini, men hjá øllum vanligum bilførarum er hetta ein stór hjálp.
Stjórin á bileftirlitinum sigur, at venjingin á koyritekniskari breyt, miðjar í stóran mun eftir at læra bilførarar tann rætta hugburðin til ferðslu.
Og hann vísir eisini á, at nú verður tað krav, at bilførarar á vinnubilum, lastbilum, bussum, og øðrum, skulu hava skeið á koyritekniskari breyt, annars sleppa teir ikki at koyra í ES londunum.
LES EISINI GREININA: Hálkubrey kann vera ein følsk trygd