Skal útflýggjast

Myndugleikarnir í Kroatia krevja, at norsku myndugleikarnir skulu útflýggja ein 43 ára gamlan kroata, sum situr í varðhaldi í Oslo. Damir Sireta kom til Noregs í 1998, men tvey ár seinni fekk hann 12 ára fongsulsdóm í Kroatia fyri at hava beint fyri 200 kroatiskum krígsfangum í 1991. Í heyst bóðu kroatisku myndugleikarnir um at fáa hann útflýggjaðan úr Noregi, og 6. oktober bleiv maðurin tikin í Oslo og settur í varðhald, meðan málið verður kannað.