Skal valdið flytast skal tað verða til Føroya

Tað kemur ikki upp á tal at flyta valdið úr Keypmannahavn til Brússel. Skal valdið flytast, skal tað flytast til Føroya, sigur Jørgen Niclasen Heldur ikki Fólkaflokkurin tekur undir við ætlanunum hjá Sambandsflokkinum at lima Føroyar inn í ES gjøgnum Danmark.

- Vit vilja hava limaskap í EFTA, og harvið fáa atgongd til tey fýra frælsini. Noregi og Ísland hava hendan limaskap, og tí kemur tað ikki hesum londum til hugs, at fara upp í ES, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísir á, at tað nyttar einki at tosa um atlimaskap í ES, tí ein slíkur er stutt sagt ikki til.

- Fara vit inn í ES sum ein partur av Danmark, koma vit í somu støðu sum Áland. Vit avreiða alt vald og hava ikki so frægt sum talirætt í limaskapinum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann heldur tí, at ein avtala við EFTA millum tveir partar á jøvnum føti, hevði verið tað virðiligasta.

- Um vit vilja tað ella ei, so er fiskivinnan framvegis høvuðsvinnan. Eg havi vitjað nógv fiskivinnusamfeløg í ES, serstakliga Skotland, Ongland, Írland og Norðurírland, og tað er ein sorgarleikur at síggja. Støð, sum ein og hvør, sum hugsar um ES-limaskap, eigur at vitja. ES-fiskivinnupolitikkurin hevur sligið fullkomiliga feil, sigur Jørgen Niclasen.

Viðvíkjandi undantaki fyri fiskivinnuna sigur formaður Fólkafloksins, at eingin fær undantøk innan ES. Áland fekk, men tað var avmarkað til tíggju ár.

- Undantøk verða ikki givin innan fiskivinnuna, men skuldi tað hent, mugu vit rokna við somu treytum sum Áland. Tað vil siga, at vit í besta føri kunnu vænta okkum tíggju ár, áðrenn vit mugu avreiða valdið á fiskivinnuøkinum til ES, sigur Jørgen Niclasen.