Føroyar eru einasta Norðanland, har tað ikki er avmarkað, hvussu leingi vit hava loyvi at skjóta fýrverk. Tað sigyr Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og tí vil hon nú hava landsstýrið at avmarka nýtsluna av fýrverki. Í hesum samband hevur hon nú spurt Helga Abrahamsen, landsstýrismann um, hvat hann heldur um støðuna.
Hon vísir á, at tá ið vit hugsa um fýrverk, hugsa tey flestu av okkum um løtuna á midnátt, tá vit bresta okkum úr einum ári, og inn í tað nýggja.
– Tað kann vera flott at hyggja at, men fýrverk hevur eisini avleiðingar við sær. Tað snýr seg bæði um neistar, eld, royk, hart ljóð og rusk, ið stendst av skotnum fýrverki. Tí heldur hon, at vit eiga at avmarka tíðina, vit hava loyvi at skjóta fýrverk, so at vit ikki hava loyvi til at skjóta fýrverk í fleiri dagar.
– Hvørja ferð vit senda eina rakett til himmals, ella festa í eina nýggjársbumbu, verður ein rúgva av kemikalium og tungmetalum leysgivin. Tey hvørva ikki men enda úti í náttúruni. Roykurin frá fýrverki er bæði skaðiligur fyri menniskju, djór og plantur og økir um útlátið.
Harafturat er tað sjáldan at alt tað brostna fýrverkið verður rudda upp aftur, og tískil liggur tað og dálkar í náttúruni, umframt at tað kann enda í maganum á djórum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
Nógv djór verða eisini sera ávirkað av ljóðinum og ljósinum av fýrverki. Vit vita frá kanningum, at fuglalív er nógv ávirkað undir nýggjarshaldinum í Rom hendi tað, at hundraðtals fuglar fullu til jarðar.
– Tað er heldur ikki ókent, at kettur og hundar rýma og eru ógvuliga bangin, tá ið nógv verður skotið, og ofta verður skotið í fleiri dagar eftir nýggjárið er av.
Hon heldur, at ein orsøk kann vera, at fólk hava keypt meiri fýrverk, enn teir klára at skjóta nýggjársaftan og sostatt er øll henda skjótingin heilt óneyðug, og til stóran ampa fyri mong, sigur Ingilín Didriksen Strøm.
– Av øllum Norðanlondum er tað bara í Føroyum, at tíðin, har tað er loyvt at skjóta fýrverk, ikki er avmarkað við lóg. Í Danmark er loyvt at skjóta frá 27. desembur til 1. januar. Í Noregi er loyvt at skjóta frá 31. desembur til 1. januar klokkan tvey. Í Svøríki er bara loyvt at skjóta um sjálvt nýggjársleitið.
– Í Finlandi er tað loyvt at skjóta frá 31. desembur klokkan 18 til 1. januar klokkan tvey og í Íslandi er tað loyvt at skjóta frá 28. desembur til 6. januar. Samstundis er tíðin, har tað er loyvt at selja fýrverk, eisini avmarkað.
– Føroyska lógin um fýrverk er frá 1969 og hon er ikki endurskoðað síðan. Tí er tað ein spurningur, um tíðin ikki er komin til at endurskoða hava, sigur Ingilín Didriksen Strøm.