Skal verða lættari at seta privatskúlar á stovn kring landið

Kommurnar fara nú at fáa fleiri útreiðslur í sambandi við frískúlar

Nú skal tað verða lættari at stovna frískúlar kring landið – og tað skal eisini verða lættari at hava frískúlar. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um frískúlar. Jenis av Rana heldur, at treytirnar fyri at stovna frískúla eru ov strangar. Sum lógin er nú, skulu tey, sum stovna frískúla, longu fyrsta september, prógva, at tey fáa minst 12 børn í skúla í august árið eftir

 

Hetta er alt ov tíðliga og letur seg ikki gera í veruleikanum, heldur landsstýrismaðurin í mentamálum og tí verður freistin nú avtikin heilt. Hereftir stendur tað til landsstýrismannin at meta um, antin næmingagrundarlagið er nøktandi í hvørjum einstøkum føri, áðrenn viðkomandi frískúli verður góðkendur og kann fara at virka.

 

Børnini, sum ganga í frískúla skulu nú eisini sleppa at ferðast ókeypis ímillum heim og skúla. Summastaðni sleppa tey tað longu nú, men tað er ikki allar kommunur, sum vilja tað. Men nú verður tað seg ásett við lóg, at børn, sum ganga í frískúla, hava rætt til ókeypis flutning frá kommununi ímillum heim og skúla eina ferð um dagin tá ið børnini ferðast við skipi hjá Strandferðsluni, ella við Bygdaleiðum.

 

Men kommunurnar fáa nú eisini skyldu til at lata frískúlum endurgjald fyri leiguútreiðslur. Jenis av Rana sigur, at tað er ein trupulleiki hjá frískúlum, at teir ikki fáa rakstrarstuðul til húsaleigu. Hann heldur, at hetta ger tað ógvuliga torført at stovna ein nýggjan frískúla, tí umframt starvsfólkakostnað, eru hølisútreiðslurnar helst størsta útreiðslan, ið ein frískúli hevur.

 

Men nú fáa tey, sum hava frískúlar í leigaðum hølum, rætt til at fáa 85 prosent av útreiðslunum til leigu endurrindaðar frá kommununi. Men tað er ein treyt, at leigan er eftir marknaðartreytunum í einum leigusáttmála sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.