Jens Andrias Vinther, sum er formaður í Aganevndini hjá HSF, sigur, at tey alt fyri eitt fóru undir fyrireikingarnar til at vigðera kæruna, sum VÍF hevur sent eftir dystin í gjárkvøldið. Ein dystur, har Kyndil við brotskastsmáli í seinasta sekundinum tryggjaði sær pláss í steypafinaluni.
Lesið eisini: VÍF hevur kært hálvfinaluna
Finalan verður longu leygardagin, og tí er einki at taka seg aftur í, at verður talan um umdyst, ella um eitt nú ítróttardómstólurin skal hava møguleika at viðgera kæruna, so skal handlast skjótt.
- Vit sendu hoyringsskriv út, so skjótt sum vit høvdu móttikið kæruna. Svarið frá Kyndli hava vit fingið, men vit bíða eftir svari frá dómarunum, sigur Jens Andrias.
- Frá okkara síðu er greitt, at vit viðgera málið, so skjótt sum vit á nakran hátt kunnu. So fáa vit at síggja, um hetta kann gerast í kvøld, ella um tað verður í morgin, sigur formaðurin í Aganevndini.