Skála steðgaði sigursrøðini hjá KÍ

Við 3-1 sigri á heimavølli styrktu skálamenn um sína støðu sum favorittar at flyta upp

Næstbesta KÍ liðið hevði sjey sigrar á rað við sær í viðførinum út á Skála í kvøld. Mótstøðuliðið var toppliðið í 1. deild, og skálamenn vístu klaksvíkingum, hví teir eru topplið.

Úrslitið var 3-1 heimasigur. Harvið hevur Skála vunnið fulla úrtøku úr trimum dystum ímóti KÍ í ár.

Brian Jacobsen legði heimaliðið framum, tá ið eitt korter var farið, og tíggju minuttir eftir steðgin økti hann um leiðsluna.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Eivindur Sørensen um munin. So var heilt spennandi í eina løtu, og KÍ legði nógv fyri í royndini at javna. Tað eydnaðist ikki. Fýra minuttir fyri leiklok staðfesti Jákup Johansen heimasigurin, sum ber við sær, at Skála nú hevur 48 stig fyri 19 dystir. 07 Vestur er næstfremst við 38 stigum fyri 19 dystir, og B68 og KÍ hava 33 stig.

Í 19. umfari eru tríggir dystir á skránni í morgin: AB-B71, B36-Víkingur og B68-MB.

 

1.deild

19. umfar

Skála-KÍ 3-1 (1-0)

1-0: Brian Jacobsen 16.

2-0: Brian Jacobsen 56.

2-1: Eivindur Sørensen 67.

3-1: Jákup Johansen 86.