Tað var ikki koyrandi hjá Bygdaleiðum í Sandoynni á fyrsta túri í morgun til Skálavíkar.
Føroya Politi veit í morgun at siga, at Landsverk hevur boðað frá skalvalopi í Sandslíð.
Men, klokkan 06.31 sigur løgreglan, at nú er vegurin til eysturbygdirnar opin aftur.
- Nú er aftur koyrandi í Sandslíð, sigur Føroya Politi í sínari nýggjastu dagføring í morgun.
Vit kunnu leggja aftrat, at seinastu dagarnar hevur eisini verið sagt frá fleiri smærri skalvalopum á Dalsvegnum.