Skansabryggjan boðin út til undangóðkenning

Í sambandi við ætlanina at útbyggja havnina í Tórshavn, verður lýst til undangóðkenning til at geva tilboð uppá at byggja verkætlanina.

Í sambandi við ætlanina at útbyggja havnina í Tórshavn, verður lýst til undangóðkenning til at geva tilboð uppá at byggja verkætlanina.

  

Tórshavnar kommuna bjóðar nú til undangóðkenning í sambandi við útbygging av Skansabryggjuni.

 

– Fyrireiking og projektering av verkætlanini er nú komin so mikið langt, at áhugaðir arbeiðstakarar kunnu søkja um at verða undangóðkendir til at geva tilboð upp á ætlaðu arbeiðstøkuna, sigur Tórshavnar kommuna í lýsingini, sum er í Sosialinum í dag.

 

Har framgongur, at byggiharrin ynskir at tryggja sær, at teir arbeiðstakarar, sum seinni koma at geva tilboð, bæði hava førleikan og megna at átaka sær hetta arbeiðið.

 

– Ætlanin við undangóðkenningini er tí, at byggiharrin skal fáa munandi størri vissu fyri, at teir arbeiðstakarar, ið fáa møguleikan at geva tilboð, lúka tær settu treytirnar, stendur í lýsingini.

 

Í høvuðsheitum snýr víðkanin av havnini í Tórshavn seg um at:

 

• spreingja og flyta okkurt um 3.5 millionir rúmmetrar av gróti

• byggja 1,1 km av brimgarði

• Víðka havnaøkið við 110.000 fermetrum

• byggja 900 metrar av bryggjusíðu við bryggjuútgerð

• byggja RO-RO skráa og stálspunskistu

• gera tilhoyrandi el-, kloakk- og vatnleiðings-

arbeiði

 

Arbeiðið skal byrja í fyrra helmingi av 2016, og byggitíðin er trý ár.