Skansi Offshore skiftir manning í Føroyum

 

 

Offshore vinnan hevur eisini avbjóðingar orsakað av koronaátøkunum, og at síggja til kundi tað verið ein trupulleiki hjá vinnuni at framt manningarskift.

Skansi Offshore hevur nú tikið ta óvanligu loysnina í brúk at skifta manning við bryggju í Føroyum.

Skansi Offshore hevur ikki havt manningarskift enn, men í næstu viku skal manningin á fýra skipum teirra skiftast út, og fyri fyrstu ferð verður hetta gjørt í Føroyum.

– Nú hava vit møguleikan at taka skipini til Føroya, so vit fara at skifta manningina á fýra skipum um vikuskiftið og í næstu viku, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore.

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at Skansi Offshore hevur kannað viðurskiftini kring manningarskift, og av tí at manningin hevur verið umborð í fýra vikur og kemur beint til Føroya uttan um flogvallir, so sleppur manningin beint í land uttan at fara í sóttarhald.

–Teir, sum koma av skipunum, skulu ikki í sóttarhald, tí teir hava í grundini verið í sóttarhaldi í fýra vikur, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

– Vit hava ongantíð havt manningarskift í Føroyum fyrr, so tað er púra óvanligt. Og hetta verður gjørt í øgiliga góðum samstarvi við okkara kundar, at vit sleppa at gera tað hesaferð.

Talan er um 120 mans, ið skulu í land og sum somuleiðis eisini skulu umborð á tey fýra skipini, og hetta hevði verið ein avbjóðing, hevði manningarskiftið verið umvegis flogvallir, ger Jens Meinhard Rasmussen greitt, tí at kapasiteturin í flogferðslu í løtuni er rættiliga avmarkaður.

Tað hevði kortini borið til at flutt manning umvegis flogvallir uttan sóttarhald, tí norskir myndugleikar hava gjørt greitt, at kemur manningin umvegis flogvøll, men skal beinleiðis umborð, so sleppur hon tað uttan at fara í sóttarhald.

Tað hevur heldur ikki verið heilt uttan trupulleikar at fáa skipini í flotanum heim til Føroya til manningarskift. Avtalur skulu fáast upp á pláss, nógvir partar skulu innblandast, og tað kostar eisini nógv, sigur Jens Meinhard Rasmussen, sum ásannar, at hetta hevur verið ein avbjóðing.

– Men tíbetur eru skipini so nær nú, at vit fáa flutt tey til Føroya. So fáa vit okkara menn í land uttan trupulleikar og uttan, at teir skulu í karantenu. Og smittuvandin hjá teimum, sum skulu umborð, minkar munandi, tí teir skulu ikki umvegis flogvøll, sigur Jens Meinhard Rasmussen.