"Skansin" ger nógv burturúr í morgin

(Ljóðsamrøða) Fjepparafelagið reikar fyri bæði fjepparalandsdysti og upphiting í "Tólvaranum"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prát við Andrass Thomsen frá fjepparafelagnum "Skansanum", sum ætlar at gera eins nógv burturúr, sum tey hava gjørt seinastu landsdystirnar á Tórsvølli við herrópum og stuðulssangum.

 

Tó ætla tey í "Skansanum", at tað skal verða góður stemningur fleiri tímar undan landsdystinum. Klokkan 14.30 verður fjepparalandsdystur millum føroysku og norðurírsku fjeppararnar, og frá klokkan 18 verður stór upphiting í "Tólvaranum", matstovuni í FSF-húsinum.

 

Hoyr eisini hvat Andrass Thomsen tippar Føroyar-Norðurírland.