Skapandi umhvørvi á Flat

Í býlingshúsinum á Flat í Hoyvík hevur skapandi umhvørvi verið í hásæti seinasta mánaðin. Børnini í barnagarðinum hava havt læruríkar og stuttligar løtur í haganum og fjøruni.

Børnini í barnagarðsstovununum, Ritustovu og Lundastovu, í býlingshúsinum á Flat hava seinasta mánaðin sett fokus á náttúruna og havið. Um 40 børn hava arbeitt dúliga saman við starvsfólkunum á stovunu við tveimum verkætlanum. Tey hava teknað, málað, límað og klipt list í hópatali. Verkætlanin hevur síðan verið sýnd fram í barnagarðinum.
 
Seks ára gamla Malena heldur, tað hevur verið stuttligt at verið í barnagarði seinasta mánaðin:
- Eg havi málað hús og klipt tjøldur, ið eg havi hongt á eina grein. Tað hevur verið sera stuttligt  serliga at heinta steinar og goggur í fjøruni. Øll foreldrini hava eisini verið og hugt eftir framsýningini, og skjótt fara vit at hava ein pitsadag.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Náttúran og havið
Í Ritustovu hava tey arbeitt við eini verkætlan, ið kallast Náttúran og havið. Hvønn dag seinasta mánaðin hava børnini arbeitt í smáum bólkum og verið í fjøruni og leitað eftir goggum, rekaviði, tara, steinum, fiskum o.ø.. Í haganum hava tey leitað eftir fuglum, mosa, lingi og gróti:
 
- Vit hava málað steinar, ið vit síðan hava evnað til trøll og fiskar. Síðan hava vit stáplað eina bygd upp á beinini í einum horni, har vit hava sett náttúruna og havið saman. Hetta hevur verið ein mennandi verkætlan fyri bæði stór og smá, leggur Birita Weihe afturat.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lundastova og hagi
Í Lundastovu hava børnini serliga arbeitt við haganum:
 
- Fyrst gjørdu vit eitt fjall úr pappírsdeiggi. Eftir hetta fóru vit niðan í hagan at leita eftir ull og steinum. Síðan hava vit fortalt børnunum um harurnar, seyðirnir og fuglarnar, ið vit somuleiðis hava tilevnað úr pappíri og ull, vit funnu í haganum, sigur Jensa Højgaard Andreassen, leiðari í barnagarðinum.
 
Børnini í Lundastovu bert arbeitt við verkætlanini í eina viku, men tó sera intenst:
 
- Vit hava arbeitt í bólkum, og tað hevur verið sera hugnaligt og effektivt, leggur Jensa afturat.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lív og sál í arbeiðnum
Í barnagarðinum á Flat nýta tey dagliga náttúruna sera nógv  um summarið eru tey minst fýra ferðir um vikuna túrar í haganum, og tískil heldur Jensa Højgaard Andreassen, tað hevur stóran týdning, at børnini læra um náttúruna, og at tað eitt nú ikki er rætt at kasta burturkast í náttúruna:
 
- Endamálið við verkætlanunum hevur veirð at geva børnunum innlit í náttúruna og at læra tey at vernda um hana. Tað hevur verið stuttligt at sæð børnini arbeitt so dúliga  tey hava veruliga lagt lív og sál í arbeiðið og hava glett seg at koma í barnagarð hvønn morgun, leggur Jensa Højgaard Andreassen at enda afturat.
 
Endabresturin av verkætlanini verður við einum pitsadegi í komandi viku:
- Tá vit byrjaðu verkætlanina tóku vit eina mynd av hvørjum barni, ið foreldrini síðan keyptu frá børnunum, tá framsýningin lat upp. Pengarnir, ið komu inn, fara børnini í næstum at brúka til ein pitsadag í komandi viku, sigur Birita Weihe, ið starvast í Ritustovu.