Leygardagin umleið 13.30 stóðu heilt nógvir bilar og nógv fólk á gomlu ferjuleguni í Leirvík. Orsøkin var, at har var avtakið av skarvi, og tað er óvanlig sjón, at so nógvur skarvur savnast á einum stað.
Fólk vóru ovfarin, av øllum svartfuglinum, um vóru komin, og sum myndin vísir, ið portalurin hevur fingið sendandi, so er talan um ørgrynnu av skarvi.