Skattamálið: Sjálvandi tí tað bendir á villleiðing

- Tað er ikki uttan orsøk, at man sendir málið víðari til fútan til støðutakan, sigur landsstýriskvinnan.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, segði við Rás2 fyrr í dag, at tað ikki er uttan orsøk, at málið verður latið fútanum til støðutakan. 

 

- Eg fái tíverri ikki sagt alt, tí Betri Banki hevur nokta fyri tí vísandi til tagnaraskylduna í skattalógini. Men eg kann sjálvandi staðfesta, at tað er ikki uttan orsøk, at Bárður Larsen mælir til at senda víðari til fútan. Tað er tí, at okkurt bendir á, at tað møguliga kemur undir villleiðing, sigur landsstýriskvinnan.Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kristinu Háfoss. 

 

 

Um talan er um villleiðing, so er tað í fyrra umfarið av skattamálinum - tá ið Betri Banki fekk játtað 90 milliónir í goodwill yvir 10 ár. Ein avgerð, sum varð broytt í februar í ár, til at tað var goodwill, men virði var 0 krónur í staðin. Um hetta sigur Bárður Larsen soleiðis í frágreiðingini. 

 


- Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good-will, men at good-willið skuldi setast til 0 kr, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good-will sum hugtak – eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi, ið fer upp um virðið á nettoaktivunum – gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good-will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin, skrivar Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri á Taks.