Skattamálið, sum endaði í skuffuni hjá fútanum

Sum rímiligt er, er tað so ymiskt, hvat fangar okkara áhuga. Nú eg kom heim mánadagin, sat eg í hýruvogninum saman við sjaførinum og tveimum øðrum monnum. Tíðindini vóru frá í bilinum. Har hoyrdist skattastjórin, sum royndi at afturvísa skuldsetingunum frá Jørn Astrup Hansen um, at skattastjórin var ógegnigur í Skattamálinum. Onnur tíðindi vóru eisini, eitt nú um ein, sum hevði etið skeljamat og hevði fingið ilt í búkin. Hetta um skeljamatin bleiv so til samrøðuevnið í hýruvogninum suður til Havnar. 

Tey, sum tala, tá onnur tiga

Tá so dugnalig fólk sum Jørn Astrup Hansen og Jan Lamhauge føra pennin í einum so spennandi máli sum Skattamálið nú einaferð bleiv, ja so kann ein skjótt fáa áhuga í málinum. Bókin SVIK hjá Jan Lamhauge er ein sonn fragd at lesa. Ein skelkandi krimisøga úr føroyska veruleikanum.

Skattamálið bleiv ein verri suppa, har nógv av teimum, sum sita ovast á toppinum í føroyska samfelagnum, endaðu sum bitar í suppuni.

Rangt verður ongantíð rætt

Tað svitast ikki, at leiðslan í Eik banka – nú Betri banki – royndi at lumpa Taks fyri at mingulera sær ein skattafrádrátt til bankan, sum teir ikki høvdu rætt til.

Øll, sum duga og tíma at lesa tey alment tøku skjølini í málinum, síggja tað.

Takk til Jørn Astrup Hansen og teir djørvu journalistarnar, sum steðgaðu bankanum í síni skemdargerð og spardu landskassanum fyri nógvar milliónir. 

Advokatar sum sannleikavitnir

Nú Astrup aftur hevur skrivað eina sera áhugaverda grein um hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini í Skattamálinum, var advokaturin Jógvan Páll Lassen skjótur í miðlarnar. Og har er einki nýtt frá Jógvan Páll: Sum so ofta fyrr, leggur hann seg eftir at spilla Astrup út.

At føroyskir advokatar kunnu keypast fyri rætta prísin til at gera næstan hvat sum helst, hava vit fingið serverað inn í hvørja stovu í litum.

Teir eru, eins og teirra bestu kundar, ómettiligir.

Til dóms ella í skuffuna hjá fútanum

Astrup hevur forklárað, á ein rættuliga stuttligan hátt, hvussu bankaleiðslan smoygdi sær úr fløkjuni, tá tey á Taks, eftir frágreiðingina hjá Bárði Larsen, noyddust at melda bankan til fútan.

Hvat er ein jukebox? “A machine that automatically plays a selected musical recording when a coin is inserted.“

Eins og tá tú ynskir tær ein ávísan sang úr jukeboksini fyri pengar, keypti bankaleiðslan sær hjálp úr Danmark, og hon fekk góða hjálp!

Sum Astrup skrivar: “Banken fik det, han havde betalt for – et partsindlæg, en frifindelsesdom.”

Víðari skrivar Astrup: ”Det centrale dokument i sagen – årsrapporten for 2011, der den 20. marts 2012 er vedlagt af bestyrelsen, revideret af bankens valgte revisorer og godkendt af generalforsamlingen og siden indsendt til myndighederne - kom ikke i professorens kundskab.” [Altso til hann sum skrivaði Partsindlægget]. 

Fútin roynir seg í blekkhúsinum

“Anklagemyndigheden mente, at der tegnede sig et billede af en retligt uafklaret situation, og at det derfor kunne have fremstået uklart for banken, hvordan de skulle forholde sig.”

Hetta, skrivar Astrup, er ikki rætt:

“Situationen var ikke retlig uafklaret. Det drejede sig om en helt sædvanlig virksomhedsoverdragelse, som er reguleret i den færøske selskabslov og i Finanstilsynets regneskabsbekendtgørelse.”

Gott samstarv!

Tá ein lesur greinina “Skattamálið bag facaden” hjá Astrup, sæst tíðuliga, hvussu hjálpsamir allir eru, sum viðgera Skattamálið eftir at tað er meldað til fútan á sumri 2017.

Skulu vit undrast á hetta góða samstarvið millum allar partar? Nei, sjálvandi ikki. Skattamálið kom illa við í Ríkisfelagsskapinum, so kabalin skuldi ganga upp, so ella so.

Nú er Skattamálið so í skuffuni hjá fútanum. Men vóru onnur motiv fyri hesum sterka ynski um at friður skuldi tryggjast fyri “rættan prís”? Tað fari eg ikki gita um. Helst kemur tað fram í ljósið – tá alt er gloymt!?

 

Kaj Olsen