Phoenix-skattur
Sum um tað ikki er nóg svárt hjá teimum, ið hava mist pening í Phoenix, skulu hesi eisini gjalda skatt av avkastinum, sum hetta hevur givið.
Kapitalvinningsskattalógin staðfestir, at ognarvøkstur, sum stavar frá avkasti av innistandandi, partabrøvum, lánsbrøvum ella íløguprógvum, skal skattast í árinum, har vinningurin er stafðestur.
Tað vil við øðrum orðum siga, at um ein persónur t.d. hevur havt eina millión standandi hjá Phoenix, og at avkastið av hesum var 10% í fjør, so skal kapitalvinningsskattur rindast av 100.000 kr. fyri inntøkuárið 2004. Kapitalvinningssakatturin er 20% fyri feløg og 35% fyri persónar.
Ikki altíð frádrátt
Hjá teimum, sum hava sett pening í Phoenix eftir 16. november 2001, er tó galdandi, at tey fyri inntøkuárið 2005 kunnu draga missin av peningi frá í kapitalvinningssjálvupgávuni. Sostatt kunnu hesi helst í drúgva tíð rokna við, at tey ikki verða skattað av rentuinntøkum v.m., tí hallið av íløguni verður drigið frá teimum inntøkum, sum tey framyvir hava av íløgum og innistandandi.
Hinvegin er tað langt ífrá í øllum førum, at missurin gevur frádrátt. Er talan um íløgu, sum er gjørd fyri 16. november 2001, er tað allar helst so, at tapið ikki kann dragast frá sjálvuppgávuni. Sambært tá galdandi lóggávu var tap ella vinningur við sølu av virðisbrøvum ikki skattskyldugur eftir trý ár, treytað av, at talan ikki var um meirilutapartaeigarar.
Tá nýggja lóggávan varð smíðað, vórðu ávísar yvirgangsreglur gjørdar, og hesar staðfesta, at íløgur, gjørdir fyri skeringsdagin -t.e. 16. november ? verða viðgjørdar eftir gomlu lóggávuni.
Atvinnuinntøka
Tá hetta er sagt, so skal tó leggjast afturat, tað er væl hugsandi, at talan í framtíðini verður um trætumál um, hvørt missurin er frádráttarloyvdur ella ikki.
Partvíst vil spurningurin í nøkrum førum verða, um talan er um atvinnuinntøku ella ikki. Atvinnuinntøka er merkt av, at talan ikki er um primera vinnu hjá skattskylduga persóninum, men kanska heldur um nakað, sum kann roknast sum hjáputl. Í slíkum førum er reglan tann, at vinningur skal skattast, meðan tap ikki kann dragast frá.
Hevur eitt partafelag t.d. viðtøkur, sum siga, at felagið rekur fiskivinnu, so er tað ikki endamál felagsins at gera íløgur í virðisbrøv, og tí vil skattavaldið helst í fleiri førum bólka hetta sum atvinnuinntøka.
Og hóast talan er um felag, sum hevur handil av virðisbrøvum sum part av viðtøkunum, so er heldur ikki víst, at tap verða góðkend. Tað er nevnliga ikki víst, at skattavaldið vil góðkenna tap av virðisbrævahandli sum frádráttarloyv, hóas viðtøkur hjá einum felag siga, at hetta er endamál felagsins.
Tað eru fleiri kriteriir, sum verða nýtt, tá slík mál verða viðgjørd. Eitt nú, at tann, sum umsitur ognarrøktina, hevur neyðugu vitanina til slíkar handlar. Og um hetta veruliga er primera vinnan. T.d. kann jú hugsast, at persónurin handan eitt slíkt felag, eisini hevur aðra inntøku at liva av, og tá kann skattavaldið gera av, at talan ikki er um frádráttarloyvan miss.
Áðrenn skattavaldið hevur fingið nøkur ítøkilig mál at taka støðu til, ber illa til at gera nakra niðurstøðu í hesum, og niðurstøðurnar kunnu eisini vera ymiskar í hvørjum máli sær.
Júst spurningurin um atvinnuinntøku hevur ofta verið atvoldin til skattamál millum borgara og skattavaldið, og lítið er at ivast í, at Phoenix-krakkið verður atvoldin til enn fleiri av slagnum.