Á skeið um kirkjuna

Í januar mánaði komandi ár verður nakað so forkunnugt sum eitt skeið hildið fyri kirkjutænarar og kirkjuráðslimir. - Ætlanin er, at vit skulu menna okkara egnu tilvitan um fólkakirkjuna sum heild, so at vit betur kenna okkara samleika, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.


Í drúgva tíð hevur bygnaðurin í fólkakirkjuni verið til viðgerðar.

Fyri bisp er tað umráðandi, at ein í kirkjuni hevur eina ítøkiliga skipan, ið er størri og djúpari enn áskoðanin hjá tí einstaka.

- Fólkakirkjan eigur at umboða støðufesti og varandi loysnir, vísir Jógvan Fríðriksson á. - Tillagingar til broyttar umstøður og skiftandi tíðir henda ikki eftir einum degi.

Víst verður á, at hóast talan er um eina kirkju, so hava bygningar, karmar og umstøður beinleiðis ávirkan á innihaldið.

- Gleðiboðskapurin um Jesus, og ynskið um at vera medmenniskjunum til gleði og signingar, er kirkjunnar vørumerki, og gott innihald setir krøv til teir ytru karmarnar.

- Góðir karmar eru í sjálvum sær ein vitnisburður um innihaldið, sjálvt um ikki alt er gull, ið glitrar, vísir bispur á.

Nú fer fólkakirkjan at leggja á annan bógv og koma til innihaldið.


Sjálvsfatan

Prestarnir hava verið á viðkomandi skeiðum. Nú er tíðin komin til kirkjuráðini og kirkjutænararnar.

Ætlanin er tí at koma við almennum tilboðum um frálæru til fólkið í síni breidd.

Í fyrsta umfari verður byrjað við teim klassisku setningunum, ið eru týðandi tættir í sjálvsfatanini hjá fólkakirkjuni, so sum dópurin, altarborðið, konfirmatiónin, sálmabókin og samskiftið.

Talan verður um tvey skeið, harav tað fyrsta verður í januar 2012.

Upplýst verður, at skeiðið verður á Hotel Hafnia í Havn, og at tað er ókeypis. 

landið gera eitt stórt og trúfast arbeiði. Nú sleppa teir á skeið komandi ár