Skeið fyri nýggjum hjálparfólkum í Klaksvík

- Vit hava sum aðalmál, at tað ikki skulu vera bíðilistar á dagstovnaøkinum, siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

Í vikuni varð skeið hildið fyri hjálparfólkum, sum nýliga eru byrjað at arbeiða á dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu.

 

- Endamálið við skeiðunum er geva starvsfólkum eina innleiðslu í nakrar av meginreglunum og amboðum, sum vera brúkt í dagliga virkseminum á dagstovanøkinum.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at talan er um eitt afturvendandi skeið, har kommunan bjóðar nýggjum starvsfólkum henda møguleika fyri at lyfta námsfrøðiliga støðið á stovnunum.

 

Á skeiðnum hevur eitt nú verið undirvíst tí, tey kalla "Karmurin rundan um dagstovnarnar", "Foreldrasamstarv" og "Relatiónir - leikluturin hjá hjálparfólkum".

 

- Á skeiðnum luttóku 13 hjálparfólk. Luttakararnir starvast á teimum ymisku dagstovnunum og frítíðarskúlanum í Klaksvíkar kommunu.

 

Undirvísarar vóru Jórun, Anja og Sanna frá Námsfrøðiligu Ráðgevingini, og Niels Juel, samskipari á dagstovnaøkinum.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at í dag eru tilsamans 573 børn knýtt at dagstovna-og frítíðarskúlaskipanini í kommununi.  

 

- Vit hava sum aðalmál, at tað ikki skulu vera bíðilistar á dagstovnaøkinum, og soleiðis er eisini í løtuni, verður lagt aftrat.