FUGLAFJØRÐUR
Poul Rustin, sum heilt síðan árskiftið 1984/85 hevur rikið matstovuna Muntra í Fuglafirði, hevur ikki hug at gera samanberingar millum matstovur á bygd ella í bý kring landið – og so matstovur í Havn.
- Eg hugsi mær til, at alt er øðrvísi í Havn. Fólk kunnu ganga til matstaðin, og tey kunnu koyra í hýruvogni. Úti á bygd eru fáir hýruvognar, og tá hjún ella pør eru úti til døgurða, fara tey kanska at togast um, hvør av teimum skal sleppa at drekka eitt vínglas – og hvør skal koyra heimaftur.
Matstovueigarin er í hvussu er avgjørdur um, at tað, sum mong roknaðu við, ikki hevur hildið.
- Nógvar matstovur munnu gjøgnum tíðirnar hava latið serligum gestum vín í kaffikannu, tá ikki var loyvt at skeinkja aftur við mati. Vit kunnu siga, at hetta var forboðin frukt, og tá fruktin er forboðin, plaga vit eisini at siga, at hon er spennandi.
Hann sigur, at nú matstovur hava fingið skeinkiloyvi, merkist lítið til, at saknur nakrantíð hevur verið í hesum.
- Eg tosi bara fyri meg sjálvan, men haldi meg kortini vita, at støðan hjá øðrum matstøðum uttanfyri Havnina líkist nógv tí, sum vit uppliva her í Fuglafirði.
Er tað dýrt?
Poul Rustin sigur, at ikki so sjáldan skilst á fólki, sum koma inn á gólvið til døgurða, at tað er ov dýrt at keypa vín.
- Men álvaratos, er tað dýrt at keypa eitt glas av víni fyri einar 30-35 krónur – ella eina fløsku av góðum víni fyri einar 180-200 krónur? Eitt er, hvat vín kann keypast fyri í Rúsuni. Annað er, hvat tú kanst keypa sama vín fyri í eini matstovu, har tú eisini fært alla aðra tænastu upp í hendurnar.
Matstovueigarin vísir á, at tá fólk eru sunnanfyri, kostar vínið umleið tað sama, sum fólk kunnu keypa tað fyri á Muntra.
- Munurin er bara, at her fært tú gott vín, meðan vínið, sum fólk keypa aftur við mati sunnanfyri, ofta er vánaligt vín, sum tey, ið selja tað, ikki høvdu drukkið sjálvi – ella vín, sum tú fært høvuðpínu av.
Poul Rustin sigur, at sama er við øli, tá maturin verður etin.
- Tað er nevniliga heldur eingin søla av øli aftur við mati ein leygardag ella sunnudag. Nei, hetta er slett ikki tað, sum fólk tosaðu um, áðrenn rúsdrekkalógin varð broytt.
Matstovueigarin sigur, at tað, sum hann hevur ført fram, bert snýr seg um vín ella øl aftur við mati, sum als ikki bleiv tað, ið mangur hevði roknað við.
- Søgan um tað sterkara slagið er ein heilt onnur og hevur einki við umrøddu matmentanina at gera, leggur Poul Rustin aftrat.