Tað var, meðan strandfaraskipið Ternan røkti siglingina um Skopunarfjørð, at portrið á Ternuni tann eina túrin bar við ljósmastrina, sum boygnaði rættiliga illa.
Tá skipið kom inn móti rampanum á Gomlurætt, sum er á landi, lá hesin heldur lágt - við teirri avleiðing, at Ternan kom ov langt fram á rampan.
Portrið var opið, tá skipið legði til bryggju, og tá portrið á Ternuni røkkur væl longri enn portrið á Teistanum, bar tað við mastrina.
Tað var heppið henda dagin, at festini niður í betongið ikki brotnaðu. Tá kundi tað hent, at masturin datt oman yvir bilarnar, sum bíðaðu á bryggjuni.
Í vikuni vóru kranar og arbeiðsmenn á Gomlurætt og hildu mastrini uppi, meðan hon varð loyst úr heftunum í betonginum - og niðasti boygnaði triðingurin skiftur út.
Á myndini til vinstru sæst, hvussu nógv masturin boygnaði, tá portrið á Ternuni bar við hana.
Nú er niðasti parturin so skiftur, og ljósmasturin á Gomlurætt er sum nýggj aftur.