Skeivt at brúka oljuvunnuna til bygdamenning

?Politikarar eiga ikki frammanundan at áleggja oljufeløgum at brúka ávísar havnir í Føroyum, sigur Olaf Olsen, sum er stjóri í fyrsta føroyska oljufelagnum, Koluni og hann er eini nevndarlimur í Føroya Kolvetni

Politikarar eiga ikki at blanda seg uppí, hvar í Føroyum, olju- og útgerðarhavnir skulu vera.

Olaf Olsen, vinnulívsmaður er ikki í iva.

Sjálvur er stjóri í Koluni, sum var fyrsta oljufelag, sum varð stovnað í Føroyum, umframt nevndarlimur í Føroya Kolvetni.

Kolan varð stovnað fyrst í nítíárunum og hevur verið virkin síðani, hóast ikki so nógv hevur verið at hoyrt til felagið.

Og nú kjakið hevur tikið seg upp, um, hvar í Føroyum oljuhavnir skulu vera, hava vit spurt Olaf Olsen, hvønn leiklut hann heldur, at politikarar eiga at hava í hesum sambandinum.

Hann er púra sannførdur um, at hetta er ein spurningur, sum politikarar ikki eiga at leggja seg út í.

Olaf Olsen sigur, at hetta er ein spurningur, sum vinnan sjálv eigur at finna útav.

?Tað er ógvuliga óheppið, um politikarar í Føroyum frammanundan seta oljufeløgunum treytir fyri, hvar tey skulu verða.

? Hava oljufeløg hug til at leggja sítt virksemi í ávísum plássum, hví í verðini skulu so politikarar hava nakað ímóti tí?, spyr hann.


Minnir um fríhavnirnar

Olaf Olsen sigur, at eftir hansara tykki, eiga landsins myndugleikar at fara fram uppá sama máta í hesum málinum, sum farið varð fram, tá ið talan var um at gera fríhavnir í Føroyum seinast í áttatiárunum.

? Kjakið nú minnir ikki sørt um kjakið um fríhavnirnar, tí tá vóru tað eisini mong sum hildu, at politikarar skuldu gera av, hvar tær skuldu vera.

? Málið var gjølla viðgjørt, men politiska niðurstøðan var, at politikarar áttu ikki at leggja seg út í, hvar fríhavnir skuldu vera.

?Tí vildi onkur gera fríhavn á ávísum plássum, so var ongin orsøk hjá politikarum at siga nei.

Olaf Olsen sigur, at tað er so ein heilt onnur søga, at ongar fríhavnir komu.

? Men málið um oljuhavnir líkist nógv málinum um fríhavnir, og tað rætta er nú, eins og tá, at politikarar halda fingrarnar burtur.

Stjórin í Koluni sigur, at skal málið avgerast politiskt, fer tað bara at føra til eitt eljustríð.

? Og tað hava so nógv av í politikki frammanundan, at tað er ongin grund til at leita eftir meiri stríði.


Ímóti rákinum

Men hann heldur eisini, at, at tað er eisini ímóti tíðarandanum at taka politiskar avgerðir um, hvar oljuhavnir skulu vera.

? Politiska rákið gongur ímóti størri og størri frælsi.

? Og tí er tað beinleiðis í andsøgn við tað, at seta oljuvinnuni avmarkingar við at áseta, hvaðani hon skal reka sítt virksemi. Tí vinnan er sjálv før fyri at finna útav, hvar oljuhavnin liggur best fyri.


Ongin vandi

Ta ið kolvetnislógin var fyri, legði løgtingið stóran dent á, at tað mátti forðast fyri, at kommunur fóru undir íløgur til eina vinnu, sum onangtíð kom. Eitt nú ræddust tingmenn, at vit skuldu enda í somu støðu, sum í Noregi, har fleiri kommunur gjørdi íløgur, tí tey væntaðu at fáa ein bita av oljuvinnuna. Men tey fingu onga oljuvinnu og fingu onki burturúr íløgunum, uttan eina velduga skuld.

Og fyri at sleppa undan somu lagnu, skuldi tað frammanundan verða gjørt av politiskt, hvar oljuhavnir skulu vera.

Men hetta heldur Olaf Olsen yvirhøvur ikki er nakar trupulleiki.

? Tað eru ikki serliga stórar íløgur gjørdar í oljuvinnuna enn. Og tað er neyvan nakar so ábyrgdarleysur, at hann fer at gera íløgur í nakað, sum kanska fer at koma.

? Men skuldi tað hent, hevur landsstýrið eitt effektivt kommunalt eftirlit, sum skal góðkenna allar kommunalar íløgur.

? Og landsstýrið fer neyvan at góðkenna, at kommunur gera ábyrgdarleysar íløgur í oljuvinnuna, sigur Olaf Olsen


Óhóskandi at brúka til bygdamenning

Men er tað ikki rætt at landsstýrið og løgting brúka oljuvinnuna sum ein partur av eini lansætlan fyri at menna ávís øki í landinum?

? Eg haldi, at oljuvinnan er óhóskandi at brúka til bygdamenning.

? Skulu vit tosa um bygdamenning, er fremsta uppgávan hjá politikarum at skapa karmarnar, eitt nú við góðari samferðslu, flutningsstuðuli, har tað er neyðugt o.s.fr.

? Og so skal vinnan skipa seg sjálv undir teimum karmum, sum eru. Hinvegin hevði neyvan nakar lagt nakað umfatandi vinnuligt virksemi í einum útjaðara, bara tí at onkur stuðul ger, at tað nú ber til. ? Og tað eiga vit heldur ikki at geva við oljuvinnuna.

Olaf Olsen ásannar, at oljuvinann førir nógv virksemi við sær.

Og tí ásannar hann eisini, at tað kann gera sítt til at seta ov nógv ferð á búskapin, ikki minst í miðstaðarøkinum, har búskapurin er við at verða nakað heitur frammanundan.

? Men hinvegin, so førir oljuvinnan nógv virksemi við sær, hvar hon so er.

? Og hon fer at hita búskapin í tí økinum har hon leggur seg, hvar tað so verður.

Nú hevur Olaf Olsen havt fingurin á pulsinum í oljuvinnuni í nøkur ár.

Hvar heldur hann, at ein oljuhavn í Føroyum liggur best fyri?

? Tað er ringt at siga, tí tað veldst alt um, hvat oljufeløgini leggja dent á.

? Verður oljuvinnan sunnanfyri Føroyar, er lítið at ivast í, at Suðuroyggin liggur væl fyri.

?Men annars dregur miðstaðarøkið altíð, tí eitt øki, har nógv virksemi er frammanundan, dregur meiri virksemi afturat sær.

? Tó haldi eg, at búskaparliga hevði tað verið best fyri samfelagið, um hon endaði onkra aðrastaðni enn í Havn.

Annars vísir hann á, at hvørja ferð, at okkurt stórt tiltak er, verður Skálafjørðurin valdur. Eitt nú var hann flotastøð undir krígnum, og har eru eisini stórar oljugoymslur.

?Skálafjørðurin er mitt í landinum, hann er kyrrur og har har kann mest út fyri minst pening.

Olaf Olsen sigur, at hann veit ov lítið um málið til at hann kann siga, hvat oljuvinnan sjálv leggur størstan dentin á. Men tað hann veit, leggja feløgini stóran dent á at vera tætt við umsitingina í landinum. Dentur verður eisini lagdur á, at tað ber til at fáa tær tænastur, hon hevur brúk fyri.

? Men tað er eisini týðiligt, at siglingstíðin hevur sera nógv at siga fyri oljufeløgini, sigur Olaf Olsen.