- Skelkandi at landsstýrismaður kann spilla eitt heilt fólkaslag út

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, fanst at løgmanni og Henrik Old, landsstýrismanni, á tingi í dag. Orsøkin var, at Henrik Old fanst at hollendarum av tingsins røðarapalli í dag.

 

Henrik Old segði, at hann hevði einki ímóti, at normenn og íslendarar áttu í føroysku fiskivinnuni, men hann vildi bara ikki hava hollendarar, tí teir vórðu bara áhugaðir í at taka pengar til sín sjálvs og so vórðu teir burtur aftur.

 

Jenis av Rana segði seg verða skelkaðan av orðunum hjá Henriki Old, tí, sum sum Jenis av Rana segði, so spilti Henrik Old eitt heilt fólkaslag út.

 

Jenis av Rana helt fyri, at løgmaður átti at gera okkurt við hetta. Hann segði, at um ein hollendskur ráðharri hevði spilt eitt fólkaslag út, so hevði tað havt fylgir fyri tann ráðharran.