Skelkur á Old Trafford

Premier League: Botnliðið skakaði oddaliðið á Old Trafford í kvøld

Fimm dystir hava verið í 20. umfari í Premier League í kvøld. Størsti skelkurin kom á Old Trafford, har oddaliðið Manchester United tapti móti botnliðnum Sheffield United. Hetta er bara annar sigurin hjá Sheffield United í hesum kappingarárinum.

Gestirnir komu eisini á odda á Old Trafford í fyrra hálvleiki við máli frá Kean Bryan. Í seinna hálvleiki javnaði liðskiparin hjá Manchester United, Harry Maguire. Hann hevur eina fortíð í Sheffield United.

Nú kundi roknast við, at heimaliðið fór avstað við sigrinum, men tað endaði við at Oliver Burke tryggjaði Sheffield United sigurin við máli til 2-1. Manchester United hevur nú mist oddasessin til Manchester City, sum í gjár vann 5-0 á West Bromwich.

Av hinum úrslitunum kann nevnast, at Thomas Tuchel bara fekk málleysan javnleik í fyrsta dystinum sum venjari hjá Chelsea, ið spældi málleysan dyst móti Wolverhampton. Everton og Leicester, sum bæði bjóða av í stríðnum um plássini til Champions League, spældu innanhýsis javnleik. Tað endaði 1-1.

Brighton og Fulham spældu málleysan javnleik, meðan Burnley aftur vann, eftir at liðið søkti Liverpool í farnu viku. Hesa ferð vann Burnley 3-2 á Aston Villa.

1Man City19125236:1341
2Man Utd20124437:2740
3Leicester20123536:2239
4West Ham20105530:2435
5Liverpool1997337:2234
6Tottenham1896333:1733
7Everton18103529:2233
8Chelsea2086633:2330
9Arsenal2093826:2030
10Aston Villa1892733:2129
11Southampton1985627:2429
12Leeds1982932:3526
13Wolves2065921:2923
14Crystal Palace2065924:3623
15Burnley1964913:2422
16Newcastle20541119:3419
17Brighton2039822:2918
18Fulham19271015:2713
19WBA20251315:4811
20Sheffield Utd20221612:338