Í Sosialinum 09.12.2015 hugleiðir Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand. phil. í føroyskum, um rætt og skeivt um jólini og nýggjárið.
Lítla jólaaftan / tollaksmessudag
Vit fáa at vita, at lítla jólaaftan av røttum eitur tollaksmessudagur, og hon biður handlar og fyritøkur hava hetta í huga tá lýst verður. Hetta er kanska rætt fyri teir fáu bekennandi katolikkarnar her á landi, men fyri vanliga føroyingin eru katólsku messurnar ein doyggjandi rasa, og dagurin verður nú á døgum mest róptur lítla jólaaftan, og tað má tí eisini roknast fyri fullgott føroyskt navn fyri dagin.
Fyrsta og annan dag
Sami málfrøðingur mælir frá, at vit siga fyrsti jóladagur. Tað nevnist jóladagur og annar jóladagur, sigur málfrøðingurin. Tað kann viðhvørt tykjast sum um ávísir málfrøðingar hava ein loyniligan facitlisti, ið loyvir teimum óátalað at skerja móðurmálið? Cand. phil. ella ei, so er vanligt í Føroyum eisini at siga fyrsta og annan dag. Av tí at tað er á jólum, so er tað undirforstaðið, at talan er um fyrsta jóladag og annan jóladag. Tað sama er galdandi á páskum og hvítisunnu – fyrsta og annan dag.
Gott nýggjár / nýttár / nýár
Seinast í jólaheilsuni fáa vit at vita, at rætta heilsanin er gleðiligt (ella: gott) nýggjár. Á skrivt hevur tó ofta eisini verið at sæð: gott nýttár ella gott nýár. Lat okkum – saman við málfrøðingunum - hjúkla um variantarnar, heldur enn at avhødda teir eins og puristarnir royna at gera við móðurmálsalfabetið, so málfrøðingurin framhaldandi kann sleppa at skriva sín tittul CAND. PHIL. á føroyskum!
Annars eini gleðilig jól – bæði fyrsta og annan dag og gott nýggjár / nýttár / nýárJ
Regin Eikhólm, 10.12.2015.