Skerd kanning

Løgtingið valdi at játta ein triðjing av neyðuga kostnaðinum fyri eina nøktandi kanning av Eik Grunninum

Í alt kostaði kanningin av Eik Grunninum 500.000 krónur – ein triðjing av tí, sum átti at verið brúkt, um alt skuldi verið kannað sambært kanningarfólkinum, Eyðfinni Jacobsen.

Eyðfinnur Jacobsen skrivar í frágreiðingini, at kanningin er skerd vegna tørvandi fígging, og at hann ikki hevur havt møguleika fyri at greina hvørjar avleiðingar tað hevur havt, at nevndin ikki hevur hildið seg til lógina og endamálið hjá grunninum.

Eitt nú kann hann ikki staðfesta, at pengar mangla í grunninum vegna tí óreglusemið, sum er farið fram í Eik Grunninum, og av tí, at tað ikki er staðfest, at nakað tap hevur verið vegna óreglusemið, er einki krav um endurgjald, tí tað skal vera tengt at einum tapi.

Sostatt eru tveir spurningar svaraðir:

1) er nakað revsivert farið fram? Kanningin staðfestir, at tað er tað, men málið er fyrnað.

2) er nakað tap? Men tað málið er ikki kannað, tí eingin vil gjalda fyri tað, sum tað kostar at kannað tað. Úrslitið er ein kanning, sum hevur kostað 500.000 krónur og sum staðfestir álvarslig brot á lóg um vinnurekandi grunnar, men sum ongar avleiðingar fær.

Stjórin í Skrásteing Føroya hevur ikki nakra meingin um, um arbeiðið átti at verið hildi fram.

- Mítt sjónarmið er sum so ikki so áhugavert. Vit hava ikki fingið játtan til meira, og so kunnu vit ikki ger meira, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Skráseting Føroya. Hann vil ikki siga, um hann heldur at kannignin er nøktandi.

Sum tann parturin, sum hevur biðið um kanningina, hevur Skráseting Føroya loyvi at kæra avgerðina hjá fútanum um, at málið er fyrnað. Men heldur ikki tað hevur nakran áhuga hjá Jógvani Thomsen.