Skerdir neistamenn dragnaðu

Uttan vanligu stórskjúttarnar megnaði Neistin ikki at basa VÍF, sum tó als ikki tykist vera vaknað úr kreppuni, sum liðið hevur verið í í ár

Hondbóltur

Uttan Heina Hanusarson og Dragisa Stojovic líkist Neistin á ongan hátt nøkrum liði, sum skal gera sær vónir um gullmerkini í føroyskum manshondbólti.
Og tó at VÍF við sigrinum bara er tvey stig frá silvurplássinum, so tykist tað á ongan hátt vera so, at liðið er komið úr aldudalinum, sum teir hava verið í stóran part av kappingarárinum.
Hesar báðar niðurstøðurnar mundu vera tær, sum lógu fremstar í huganum hjá teimum áskoðarum, sum sunnudagin høvdu leitað sær í Høllina á Hálsi til dystin millum bæði liðini.
Umframt teir báðar áðurnevndu, so hevði Neistin eisini tann trupulleika, at Karl Oddmar Rasmussen ? sum hevur verið ein hollur stuðul í verjuspælinum ? var burturstaddur, og tí var talan um eitt munandi skert lið, sum skuldi upp til nakað, ið líktist eini próvtøku. Eini próvtøku, har liðið skuldi prógvað, at tað ikki bara vóru ein ella tveir leikarar, sum gjørdu av, hvussu endastøðan skuldi verða.

Neistin haltaði
Men tað stóð tíðliga greitt, at tað skuldi gerast ógvuliga tungt hjá Neistanum at fáa nakað sum helst burtur úr dystinum.
VÍF legði seg mest sum alt fyri eitt nøkur fá mál framum, og tó at munurin ikki var tann heilt stóri ? 9-5 tá hann var størstur ? so sótu áskoðaranrir fyri tað mesta við varhuganum av, at Neistin mátti stríðast nógv meira fyri sínum málum.
Álopsspælið var munandi broytt, nú Áki Mørk og Dann Thorleifsson røktu bakkarnar, meðan miðplássið, sum Áki vanliga tekur sær av, gekk upp á skift millum serliga Helga Justinussen og Ára Rouch. At Birgir Kass so eisini hevði onkran smávegis skaða at dragast við, og tí ikki fekk stuðlað nóg væl á Vøllinum, gjørdi ikki støðuna hjá liðnum betri.
VÍF hinvegin tóktist heldur ikki at hava nakað flótandi spæl. Hinvegin varð uppgávan ikki so øgiliga torfør í verjupartinum, har Neistin kanska hevði ferðina ? alt ov nógva til tíðir ? men sjáldan samskipan ella hugflog til veruliga at gera um seg. Og í álopssparinum hevur VÍF-liðið hóast alt somikið at gjøgnumbrotsstyrki, at talan altíð gerst um nøkur mál.
Einastu leikararnir, sum veruliga skaraðu framúr, mundu vera teir báðir málverjarnir, Jota og Eli, sum báðir høvdu fleiri góðar bjargingar, tá mistøk í álopspartinum kostaðu kontra-møguleikar til mótstøðuna.
Soleiðis gekk dysturin sína linligu gongd, men í seinna hálvleiki gjørdi Neistin brádliga ein vørr. Teir vunnu seg skjótt upp á javnleikin, og eina lítla løtu vóru teir eisini á odda, men so kom VÍF aftur. Fyrst og fremst tí Sámal kom aftur í verjuna, eftir at hann hevði hvílt seg á beinkinum eina løtu, og tá Dejan Lacok so eisini kom inn og stóð sera væl, fánaði Neistin aftur.
Teir megnaðu framvegis so dánt at hanga í, men meira enn tað sama gjørdist tað ikki. VÍF hevði alla tíðina munin við einum og tveimum málum, og tá Harald Bjørgvin í seinasta minuttinum skoraði til 23-21, stóð avgerðin greið. VÍF hevði ognað sær tvey stig, sum aftur førka liðið móti oddinum, meðan Neistin hinvegin hevði mist tvey sera týdningarmikil stig. Um teir mistu meistaramøguleikan, ber illa til at siga enn, men í øllum førum skulu teir nú hava hjálp frá øðrum liðum, um tað skal eydnast at taka Kyndil aftur.

Kreppan ikki liðug
Hóast sigurin, so er tað ein staðfesting, at hjá VÍF er kreppan á ongan hátt liðug enn.
Onkur hevur tosað um, at leikararnir nú eru ov gamlir og útbrendir, men føðibrøvini á liðnum samsvara tó ikki heilt við hesa útsøgn. Heldur man talan vera um eina mettu, sum hevur rakt hópin, eftir at liðið fleiri ár á rað hevur hoyrt heima í avgjørda oddinum. Ein metta, sum ráðini ikki eru til, tá hini liðini samstundis leggja nógv fyri í royndunum at vinna seg upp á oddin.
Enn eru tað tó bert Ingi og Harald, sum fara at nærkast spjaldrinum við seinasta søludegi, men í aðrar mátar tykist VÍF framvegis at vera eitt lið, sum kann gera nógv um seg. Tað krevur tó fyrst og fremst av leikarunum, at teir taka í egnan barm og vísa nakað av tí spælinum, sum hevur ført liðið til tvey gullmerki seinastu fýra árini. Tað hava teir bara víst eina ferð hetta kappingarárið, og tað er langt ífrá nóg mikið til nakað meistaraheitið - og kanska heldur ikki til heiðursmerki.

Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 22-24 (11-13)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 9(5), Dann Thorleifsson 4, Finnur H. Petersen 3, Ári Roucj 3, Ragnar Stakksund 1, Blagoje Buha 1, Helgi Justinussen 1
VÍF: Johnny Joensen 5, Ingi Olsen 4(1), Sámal Joensen 3(1), John Zachariassen 3, Agnar Joensen 2(1), Daniel Rápa 2, Áki G. Olsen 2, Harald Bjørgvin 2, Petur Frank Joensen 1
Brotskøst: Neistin 5, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 2, VÍF 8
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu eina sera trupla uppgávu, har rótuta spælið gjørdi sítt. Megnaðu tó hampuliga væl at halda skil á óruddinum og royndu at halda eina greiða linju, har leikararnir vistu, hvat varð loyvt og ikki.