Óskikkiligar jólanissur

Nissurnar í Noregi eru eftir øllum at døma ikki so skikkiligar, sum tær í Føroyum. Í Oslo fann ein tilkomin kvinna í gjárkvøldið ein nissuposa, tá hon fór at vitja eina grannakonu. Men í posanum vóru ikki jólagávur, ei heldur posar við góðgæti til børnini.

Í staðin fann kvinnan 300 gramm av marihuana plantum í posanum.

- Eg sá ein jólanissuposa liggja millum trøini. Forvitin, sum er eri, hugdi eg, hvat var í. Eg sá beinanvegin, at talan var um marihuana, sigur kvinnan.

Hon tók posan við sær inn í íbúð sína, men ynskti ikki samband við løgregluna.

- Nei, eg ynski ikki at seta meg í samband við løgregluna, tí tað fer bara at føra til órógv, segði hon, tá hon í staðin segði norska Dagbladet frá tí, hon hevði funnið.

Dagbladet, sum var við til at kanna posan, sigur, at talan er um hannplantur av marihuana, sum kvinnan fann í posanum.

- Vanliga verða hannplantur ikki royktar, tí tær eru nógv veikari enn honplantur. Men til ber at gera onnur evni úr teimum, sum eru rúsandi, skrivar norska Dagbladet.