Símun V. Arge, sum skipar og stendur fyri samlaðu varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø, skilir ikki kritikkin frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn.
Hann vísir á, at kommunan er longu partur av fyrireikingararbeiðinum til at gera bakkaverju í Kirkjubø, og at tann verkætlanin er í gongd.
- Hon snakkar um verkætlanir, sum liggja í skuffum runt umkring, hon má hava onkra vitan, sum vit ikki hava, sigur Símun V. Arge.
- Tað verður og hevur verið arbeitt við bakkaverju í Kirkjubø og heima á Sandi í eina tíð. Og til tað fyriliggur ein játtan upp á eina millión á fíggjarlógini. Og tað er Landsverk, Tjóðsavnið, kommunan og mentamálaráðið, sum saman gera eitt uppskot um bakkaverju í Kirkjubø, sigur Símun V. Arge og vísir á, at tað var nústani í fjør, at pengar vórðu játtaðir til tað kanningararbeiðið, sum skal gerast.
Arbeitt hevur verið framhaldandi við at verja fyri bakkanum í Kirkjubø. Í 2008 var stórur uppgangur í Kirkjubø, og tað gjørdi, at nakað av verjuni frá 1940 framman fyri Líkhús fór. Tá tók táverandi Fornminnissavnið stig til at fáa verjuna umvælda. Tjóðsavnið var eisini og umvældi framman fyri kirkjuni í fjør, soleiðis at einki fer, meðan arbeitt verður við varðveitingarverkætlanini.
- Tí skilja vit ikki, hvat Annika Olsen snakkar um. Hon má finna hasa skuffuna fram, sum allar verkætlananirnar liggja í. Tað er so lætt hjá politikkarum at stilla seg upp og siga ting.