- Mikudagin 16. august samtykti Føroya Løgting við teprum meiriluta eina mundandi skerjing í fiskidøgunum fyri komandi fiskiár. Ikki óvæntað, hevur stór orrusta verið, bæði á tingsins røðarapalli og í fjølmiðlum. Summar viðmerkingar hava verið meira seriøstar enn aðrar, og nógv hevur snúð seg um Havstovuna. Undirritaði hevur ikki viljað lagt seg í tjakið, fyrrenn viðgerðin í Løgtinginum var liðug.
Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, í viðmerking, sum hann hevur sent miðlunum í dag.
- Væl skiljandi er, at nógv himpraðust við at skerja virkismøguleikarnar hjá teimum einstøku fiskiførunum og sjófólkunum. Endamálið við tilmælinum um skerjingar er, at tað uppá sikt fer at geva fiskiførum og teimum, ið starvast í hesari vinnu, betri inntøkumøguleikar og betri arbeiðsumstøður í frammtíðini, leggur hann aftrat.
Stjórin á Havstovuni vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap, har verður dentur lagdur á ...at troyta og gagnnýta tilfeingið burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga. Í somu lóg er álagt Havstovuni at lata landsstýrismanninum stovnsmetingar og tilmæli fyri komani fiskiár, ..ið best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.
- Føroyar hava valt at stýra botnfiskiskapinum við fiskidagaskipan. Ein fyrimunur er, at vit sleppa undan útblaki av smáum fiski. Hetta er ofta ein stórur trupulleiki, har kvotuskipan er í blandaðum fiskiskapi. Ein annar fyrimunur er, at veiðihagtølini eru meira álítandi.
Síðani skipanin kom at virka, er tillutaða dagatalið so líðandi minkað. Samanlagt er dagatalið minkað við umleið 40% umframt tann munandi niðurskurðin, ið júst er samtyktur á FøroyalLøgtingi.
- Tað er væl skiljandi, at fólk eru ørkymlað av, at Havstovan framvegis mælir til stóran niðurskurð omaná teir niðurskurðir, sum frammanundan eru gjørdir. Orsøkin er, at hóast nevndu niðurskurðir ígjøgnum árini, hevur veiðitrýstið framvegis verið ov stórt. Fleiri orsøkir eru til tað.
Eilif Gaard sigur, at í veruleikanum hevur dagatalið verið so høgt, at tillutaða dagatalið bert í heilt lítlan mun hevur regulerað fiskiskapin.
- Øll eru vit samd um, at skiftandi náttúruviðurskifti í alstóran mun stýra tí, sum fiskigrunnarnir kunnu geva. Havstovan hevur seinastu 20 árini lagt stóra orku í at greina hesi viðurskifti, og hóast nógv er enn at fáa greiðu á í strembanini at skilja vistskipanina til fulnar, tori eg at siga, at vit eru heilt væl fyri samanborið við grannalond okkara. Eisini taka vit í væl størri mun enn okkara grannalond skiftandi náttúruviðurskiftini við, og fleiri ferðir hava vit spátt um bæði uppgongd og niðurgongd við føðiviðurskiftunum sum grundarlagi.
Stjórin vísir á, at skiftandi náttúruviðurskifti er einki at gera við, men við at skilja náttúrunnar karmar og brúka teir til fulnar, ber til at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis, at sum mest møguligt fæst burturúr.
- Tað arbeiðið vilja vit halda fram við og styrkja, leggur hann aftrat.
Eilif Gaard vísir á, at tey tiltøk, ið Føroya løgting nú hevur samtykt - saman við ætlaðu átøkunum fyri at verja smáfisk - eru munandi átøk ímóti at fáa fiskidagaskipanina at virka eftir sínari upprunaligu ætlan, soleiðis at botnfiskiskapur á grunnum okkara aftur kann gerast gevandi.
- Harumframt er skøtil settur á at orða ein veiðisetning, ið skal skapa vinnuni fastari karmar at arbeiða undir, skrivar Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, m.a. í grein, sum hann hevur sent miðlunum í dag.