Tað undrar Kristian Martin Petersen, línuskipareiðara, at einki hoyrist politiskt um Føroyabanka, ið søguliga hevur givið eini 2.500-3.000 tons av toski hvørt ár í langar tíðir, men sum nú hevur verið friðaður fyri allari veiði í meira enn 10 ár.
- Í gomlum døgum var toskurin av Føroyabanka okkara høvuðsbrand á útflutningssíðuni. Aftrat toskinum er hýsa, havtaska og annað at fáa á Bankanum. Men, eingin sleppur at royna her, tí Føroyabanki er framvegis stongdur fyri allari vinnuligari veiði – við undantaki av nøkrum fáum døgum til smærri bátar.
Línuskipareiðarin metir ikki, at royndin hjá teimum bátum, sum eru slopnir á Bankan, hevur givið nakra rættvísa mynd av heildini. Fyrst í hesari øldini var toskaveiðan á Bankanum umleið 6.000 tons av toski, men bert fá ár seinni minkaði veiðan stórliga. Síðan er eingin veiða farin fram her, tí Bankin hevur verið stongdur.
Kristian Martin Petersen heldur, at hetta eiga vit beinanvegin at gera okkurt við, tí hann heldur tað vera ógvuliga sannlíkt, at nógvur toskur og hýsa eru á Føroyabanka. Hann vísir á, at Havstovan hevur staðfest nógva hýsu á Bankanum seinastu árini, men tað kemur tíverri ikki upp á tal at sleppa at royna her.
- Vit meta, at toskur eisini er at fáa á Føroyabanka, leggur hann aftrat.
Línuskipareiðarin heldur, at tað kanska gevur eina betri heildarmynd av týdninginum, sum Føroyabanki kann hava, um vit samanbera toskanøgdirnar á Bankanum við tað, sum føroysk línuskip kunnu veiða á Flemish Kap og undir Íslandi.
- Á Flemish Kap var føroyska kvotan í 2018 umleið 2.500 tons, og í 2019 verður hon ætlandi umleið 3.900 tons. Føroyska toskakvotan undir Íslandi hevur í nógv ár ligið um 1.200 tons, men seinstu árini er hon hækkað til umleið 1.800 tons.
Kristian Martin Petersen heldur tað vera torført at skilja, at føroysk línuskip skulu noyðast at sigla framvið Føroyananka og á havleiðirnar hjá øðrum, tá Bankin kann geva upp í 6.000 tons av toski um árið. Í staðin fyri at sleppa at fiska á Føroyabanka, noyðast føroysk línuskip á fjarleiðirnar við Flemish Kap, Grønland og Ísland at fiska.
- Fiskimenn duga illa at skila, at Føroyabanki framvegis er stongdur, og at ikki ein gang royndarveiða hevur verið loyvd øll hesi ár. Eg ivist ikki í, at nakrar línuroyndir á Bankanum høvdu givið eina sannari mynd av støðuni enn tær fáu yvirlitstrolingarnar hjá Havstovuni geva.
Kristian Martin Petersen leggur tó dent á, at hetta skal ikki skiljast soleiðis, at hann ikki hevur virðing fyri tí arbeiði, sum Havstovan ger.
- Men, eingin okkara í vinnuni skilir, hví vit ikki gera paralellar royndir, ið antin staðfesta ella avsanna tað, sum Havstovan sigur. Um friðingarnar einki úrslit hava við sær, er tíðin kanska komin til, at vit tora at gera okkurt annað, sigur línuskipareiðarin.