Nú hondbóltskappingin av álvara er komin í gongd, er munur so smátt um at koma ímillum tey bestu liðini og so hini í teimum báðum fremstu røðunum.
Hetta vikuskiftið skulu fimm dystir avgreiðast, og tað er ikki óhugsandi, at vit aftur hesu ferð fáa onkra ábending um, hvør fer at manna ávíkavist odda- og botnsessirnar, tá kappingarárið fer at halla.
Greiðir favorittleiklutir
Hóast tað í teimum báðum kvinnudystunum, sum verða leiktir um vikuskiftið, eru greiðir favorittleiklutir, so kann tað meira enn so verða, at okkurt av oddaliðunum fer at fáa ein hvøkk. Tá Stjørnan í fjør gjørdist føroyameistari, hendi hetta, samstundis sum tær vóru fyri næsta tapinum á kappingarárinum, sum samstundis var einasta tap í endaspælinum. Mótstøðuliðið ta ferðina var júst Neistin, og ivaleyst vil Stjørnan gera alt tær eru mentar, til tess at vaska hendan blettin av sær aftur.
Sigurin hjá Neistanum í fjør prógvaði tó, at tær kunnu gera ein vørr móti øllum liðum, og sálarliga er hetta ivaleyst ein góð barlast at hava.
Neistaliðið er tó framvegis nakað skert, tí eins og í dystinum móti Kyndli mugu tær eisini sunnudagin vera Ingu Danberg fyri uttan. Honvar fyri stuttum og royndi seg hjá ÍBV í Íslandi, og hóast hetta ikki bleiv til nakað varandi samstarv, so royndi hon seg í dysti fyri felagið.
Hesin dystur varð leiktur 8. oktober, og hetta merkir, at hon ikki verður tøk hjá Neistanum fyrr enn 7. november. Hetta tí § 4, petti 1 í kappingarreglunum fyri hondbólt áseta, at tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar ímillum, at leikari kann spæla dyst við tveimum ymsum feløgum.
Ivaleyst ein dyggur smeitur hjá Neistanum, sum ivaleyst hevði vónað, at Inga, eins og undanfarnu árini, fór at gerast ein av týdningarmestu leikarunum á liðnum. Tað kann hon framvegis gerast, men altso ikki fyrr enn eftir 7. november.
Í hinum dystinum sunnudagin skal VÍF á heimavølli royna seg móti uppflytarunum úr Sóljuni. Á pappírinum er VÍF uttan iva favorittur, og hóast tær hava verið eina vitjan í Klaksvík, eru tær framvegis ósigraðar. Úrslitini hjá Sóljuni higartil boða tó frá, at tær væl kunnu bíta frá sær, og serliga er tað toppskjuttin í deildini, Simona Dzikgyte, sum er orsøkin til hetta.
Spenningur á Hálsi
Hjá monnunum verða tríggir dystir hetta vikuskiftið. Uttan at vit skulu avgera hesar áðrenn teir eru leiktir, ber tó til at siga, at í tveimum av trimum førum eigur talan at gerast um greiðar sigrar til liðini, sum bera favoritt heitið.
Leygardagin vitjar Kyndil í Vestmanna, har KÍF framvegis eigur heimavøll. Hóast tað í endaspælinum í fjør var nær við, at kollfirðingar koppaðu teimum grønu, so er einki at ivast í, at Kyndil er favorittur. Dysturin í fjør prógvaði tó, at tað er neyðugt, at uppgávan verður tikin í álvara, og Kyndil sleppur neyvan eins væl sum í fjør, um ikki verður rætt atborið. KÍF tykist í øllum førum at betri fyri nú, og so er spurningurin, hvat úrslit stendst av hesum.
Sunnudagin er tað VÍF, sum eigur høllina í Vestmanna, tá H71 kemur á vitjan. Heldur ikki her eigur nakar sum helst ivi at vera um úrslitið, og spæla vestmenningar á bara nøkunlunda sama støði, sum teir hava gjørt higartil, verður talan her um greiðan heimasigur. At síggja til eru teir í løtuni nógv sterkasta manslið í landinum, og tað verður ikki roknað við, at hoyvíkingar fáa gjørt nakað, til tess at broyta um hetta.
Seinasti dysturin sunnudagin verður í Havn, har Neistin og StÍF bresta saman. Hetta líkist einum dysti, sum kann gerast rættiliga spennandi, og samstundis tykist hann eisini avgerandi fyri, hvat av liðunum megnar at fylgja við vestmenningum á stigatavuni.
Strandingar hava longu tapt fyri vestmenningum, og spurningurin er nú, um teir megna at reisa seg aftur. Ein týðandi liður í hesum er, hvørt leikandi venjarin, Costin Dumitrescu, er tøkur aftur. Sunnudagin prógvaði hann, hvussu stóran týdning hann hevur hjá strandingum, og ikki minst varð hetta sjónligt, tá hann noyddist av vøllinum.
Heimaliðið noyðist tó at vera veteranin, Kára Mortensen, fyri uttan, eftir at hann sá reytt í grannauppgerðini móti Kyndli. Ivaleyst ein stórur missur, og so er spurningurin, hvussu venjaraparið hjá Neistanum fer at loysa hendan trupulleikan.