TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var við Finn Johannessen úr Vági, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag.
Finn Johannessen, sum umboðar Hvistan fortaldi um Føroya Sunnasta Hálvmarathon, sum verður leygardagin 23. september.
28 fólk hjá Hvistan eru í Reykjavík hetta vikuskiftið at taka lut í einari stórari rennikapping.
Finn Johannessen er eisini Everton-fjeppari, so ikki slapst undan, at nøkur orð fullu um Premier League í byrjanini av samrøðuni.