Fríggjadagin 30. september skipa MFS og lestrarfeløgini í Keypmannahavn fyri tiltakinum Lestrargongu. Endamálið við tiltakinum er at savna føroysk lesandi og stimbra um lestrarumhvørvið við at skapa tættari tilknýti millum tey lesandi.
Tiltakið byrjar við kafe í Føroyahúsinum kl. 16.00, har nógv spennandi verður á skránni. Eik bjóðar okkurt gott til góman og fer eisini at hava eina kapping um eitt gávubræv frá Atlantic Airways. Harumframt hevur ein møguleika at seta Ungdómsráðgevum hjá Eik spurningar um t.d. Netbankan, NemID, NemKontu ella Lestrarkreditt. Eisini verða umboð frá Ráðgevingini til staðar og svara spurningum um eitt nú flyting, bústað, cpr nummar og skattaviðurskifti.
Aftaná byrjar sjálv lestragongan, har lesandi fylgjast í smærri bólkum úr barr í barr í hjartanum í Keypmannahavn. Bólkarnir verða í høvuðsheitinum skipaðir eftir skúla og lestrarleið. Aftaná at hava vitjað barrirnar, heldur Lestrargongan fram á Vesturbrúgv í Føroyahúsið. Har kvøldið endar við einum braki, Swangah og Jens Marni við bólki spæla út á náttina.
Fyrireikarnar siga, at tað hevur gingist væl við søluni av atgongumerkjum. Helvtin av atgongumerkinum eru longu seld, so vissi ein hevur hug at vera við til tiltakið, so er at gera skjótt av. Øll føroysk lesandi eru vælkomin til tiltakið, tað einasta man skal minnast til, er at at viðmerkja navn á skúla og útbúgvingarheiti.
Kostnaður fyri tiltakið er 100 krónur, og atgongumerki kunnu keypast her.