Á hvørjum ári fara hundraðtals føroyskar pisur undir víðari lestur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta er ein sera spennandi tíð, ið krevur nógva fyrireiking, og sum eisini hevur nógvar spurningar við sær.
Tí skipa Eik, MFS og ASK fyri Pisudøgum á hvørjum ári.
Tiltakið er ætla teimum, ið fara undir víðari lestur uttanlands, og endamálið er at geva fólki høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur,ið eru í somu støðu sum, fólk kunnu koma so væl frá byrjan sum gjørligt.
Pisudagar hava veriði í Saltangará og í Suðuroy. Og mánakvøldið verður Pisudagur á ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn.
Skrá
• Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.
• Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.
• Umboð fyri Vinnuhúsið greiða frá nýggju spennandi átakinum 'Leinkjan.fo', sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman.
• Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti
• Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftan á at tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.
• Eftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta ASK, MFS, Eik, Leinkjuni og Ráðgevingini nærri spurningar.
At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman, meðan Rasmus Borðoy diskar.