Hann hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag seinastu seks árini, og nú formaður aftur skal veljast fyri tey næstu trý árini, er hann til dystin fúsur.
- Eg eri als ikki troyttur av felagsarbeiðnum. Her er nógv at takast við, og dagurin er mangan ov stuttur.
Tað sigur Jan Højgaard, sum nú bjóðar seg fram aftur.
- Eg haldi, at valið saktans kann varpa ljós á ymiskt, sum hevur við umstøðurnar hjá fiskimonnum at gera - og um so er, tænir tað sínum endamáli. Tað eru altíð viðurskifti sum krevja dagføringar.
Jan Højgaard vísir á, at tá fólk eru uttan fyri, vita tey kanska ikki heilt, hvat tað er, tey fara inn til.
Soleiðis var eisini, tá Jan sjálvur gjørdist formaður fyri seks árum síðan.
- Tað eru nógv ting og viðuskifti at seta seg inn í, og ein stórur partur hevur við lóggávu og sáttmálar at gera.
Jan heldur, at formanstíðin hjá honum í ein ávísan mun hevur verið merkt av búskaparkreppu, sum eisini hevur havt sína ávirkan á viðurskiftini hjá okkum í Føroyum.
- Eitt annað, sum seinnu tíðina eisini hevur havt sína ávirkan, er, at Føroya Reiðarafelag gjørdist óvirkið. Eg vil siga, at tað vóru nakrir kyllar í reiðarafelagnum, sum vildu avvápna fiskimannafelagið og taka bíliga arbeiðsmegi umborð á skipini, men tað vildu vit ikki góðtaka.
Flestu sáttmálar ganga út 1. januar.
- Tað er ikki nakar ynskidreymur, at einki reiðarafelag er. Tað hevði verið munin betri, um reiðarar stóðu saman í einum felag, umboðandi ymisku skipabólkarnar. Tað er ikki gott fyri nakran, hvørki fiskimenn, reiðarar, ei heldur fyri samfelagið, at reiðarar ganga í bólkum.
Jan Højgaard sigur, at hóast tað vóru teir, sum vildu avlaga Fiskimannafelagið, lekir tíðin øll sár, sum vit plaga at siga.
- Okkara felag hevur gjørt fleiri royndir at hjálpa reiðarunum í gongd aftur við felags stevi, men enn hevur tað ikki eydnast. Neyðugt er, at eitt framkomið samfelag sum Føroyar hevur skipaði viðurskifti. Tað tænir øllum best, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at eitt, sum hevur merkt formanstíðina hjá honum nokso nógv, eru sakarmál, sum felagið hevur ført fyri skipsmanningar og einstakar limir.
- Vit hava eisini vunnið mál, sum eru av prinsippiellum týdningi fyri felag og limir. Eitt nú kunnu avtalur ikki gerast við einstakar fiskimenn, soleiðis sum onkur hevur hildið upp á, og til ber heldur ikki at sigla undan fólki - og so bara látast sum luft. Skal maður í land, skal hann sigast upp eftir galdandi reglum, sigur Jan Højgaard.