Nýggi borgarstjórin í Nes kommunu, Johannus Danielsen, sum tekur við starvinum á nýggjárinum, hevur boðað nývaldu bygdaráðslimunum til fund mikukvøldið klokka 19.00, tá ið nývalda bygdaráðið skipar seg á almennum fundi.
Nývalda bygdaráðið skipar seg við formanni, næstformanni og føstu nevndunum. Millum annað verður nýggj vinnunevnd vald. Eisini skulu umboðsráðslimir veljast í ymiskar nevndir og ráð.