Týsdagin í næstu viku skulu Jóan Karl Høgnesen, fyrrverandi stjóri á Vaktar- og Bjargingartænastuni, og Kári Horn, sum var skipari á skipinum Nólsoyar Pálli, mti í Føroya Rætti, ákærdir fyri brota á lógina um trygd fyri skip. Fyrsta sakarmál av sínum slagi.
Tað var minniliga heimferðin hjá Nólsoyar Pálli úr Marseillies til Føroya í døgunum frá 15. til 26. august í fjør, sum ákæruvaldið nú vil seta menninar til svars fyri.
Jóan Karl Høgnesen er ákærdur eftir grein 23 í lógini fyri at hava latið skipið siglt, uttan at lógarkravda sýnið hevði verið, og neyðugu pappírini vóru í lagi.
Kári Horn er ákærdur eftir greinum 16 og 24 í somu lóg, fyri at hava ført skipið heim, sjalvt um skipið í grundini var afturildið, t.v.s. hevði ikki fingið loyvi til at fara úr havn. Hann er eisini ákærdur fyri ikki at hava syrgt fyri, at skipið var í lagi.
Um Føroya Rættur finnur teir báðar menninar sekar í ákærunum, verður tað ikki nøkur hørð revsing, teir fáa. Brot á hesa lógina verða dømd við bót ella hefti.