– Skiparin hevur passini

Skálaberg varð tikin av russum í seinastu viku, og síðan fríggjadagin hevur JFK onki hoyrt frá russum. Tað hevur verið sagt, at russar hava tikið passini frá manningini, men hetta avnoktar reiðarin. – Skiparin hevur passini, sigur Hanus Hansen, reiðari

Hósdagin í seinastu viku varð Skálberg, sum er á seinasta túri undir føroyskum flaggi, tikin til Murmansk, tí russiskir myndugleikar mettu tað vera ólógligt, at Skálaberg veiddi av kvotuni hjá Sundabergi, sum er seldur til Russlands.

Um vikuskiftið hava nógvar søgur gingið, at millum annað passini hjá manningini eru tikin av russiskum myndugleikum, men hesum noktar reiðarin fyri.

– Sum altíð, tá skip eru í fremmandum havnum, so hevur skiparin passini hjá manningini, sigur Hanus Hansen, reiðari.


Vita onki

Hóast Skálaberg hevur ligið beint uttanfyri Murmansk í fleiri dagar, so dugir Hanus Hansen ikki at siga, nær skipið fær farið aftur til fiskiskap.

– Vit vita onki meira. Tað er ein misskiljing, sum er orsøkin til íkomnu støðuna, og vit gera tað, sum vit kunnu fyri at loysa trætuna, sigur Hanus Hansen.

Hann leggur afturat, at bæði Uttanríkisráð, Fiskimálaráð og onnur stríðast við at loysa knútin, sum er íkomin, tí russar ikki meta seg hava fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá Sundabergi.


Dokumentir mangla

Sambært russiskum myndugleikum hava teir ikki fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá Sundabergi, men Hanus Hansen dugir ikki at síggja, hví tað skal vera soleiðis.

– Vit hava røttu pappírini umborð, og tí føli eg, at skipið er tikið til Murmansk av órøttum, sigur Hanus Hansen, og leggur afturat, at teir hava við eitt stórveldi at gera, og tí er torført at siga, hvussu verður.

– Eg kann ikki gita mær til, hví tað skal vera soleiðis, men russarnir vóru umborð fríggjadagin, og síðan tá hava vit onki hoyrt frá teimum, sigur Hanus Hansen.

Men hann heldur støðuna vera keðiliga.

– Hetta er ikki bara keðiligt fyri manningina. Hetta er keðiligt fyri alt, metir Hanus Hansen, sum ikki á nakran hátt dugir at siga, nær skipið verður leysgivið.

Sosialurin hevur roynt at ringja umborð á Skálaberg, men har tekur ongin telefonina.