Skipbrotið fær ongar avleiðingar

Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt av, at tað ikki skal fáa politiskar avleiðingar fyri Tórbjørn Jacobsen, at hann hevur fingið bót fyri at hava ábyrgdina av, at Halgafelli sakk í januar

Á fundi millum ting- og landsstýrismanningina hjá Tjóðveldisflokkinum mikukvøldið gjørdi flokkurin av, at skipbrotið, sum Tórbjørn Jacobsen í januar var úti fyri og hevði ábyrgdina av, ikki skal fáa politiskar avleiðingar.

Tórbjørn Jacobsen skal bert rinda bótina, sum er 7.000 krónur, og framhaldandi greiða almenninginum frá øllum lutum í málinum.

Tjóðveldisflokkurin sigur seg í tíðindaskrivi vera samdan um, at tað er álvarsmál, um landsstýrismenn verða skuldsettir, ákærdir ella koma í rættin fyri brot á lóggávuna. Men samstundis vísir flokkurin á, at tað er neyðugt at skilja ímillum, hvat málið snýr seg um.


Politisk meting

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur í tíðindaskrivinum, at tað í slíkum førum, sum hesum, er umráðandi at gera sær nakrar spurningar greiðar, áðrenn støða verður tikin.

Spurningarnir eru, um talan er um eitt mál, sum hevur við embætisførsluna hjá einum landsstýrismanni at gera, um talan er um brot á revsilógina, um talan er um brot á áðra lóggávu og um talan er um viljað, óviljað ella hediligt brot, um talan er um mál, sum eru avgreidd og kend ella talan er um annað, sum kann verða tyngjandi út frá eini politiskari meting.

Tá hetta er gjørt, heldur flokkurin, at ein politisk meting í hvørjum einstøkum føri má gerast, um hvørt brotið er tyngjandi fyri ein persón, ein politikara og ein flokk.

Tað er júst hetta, Tjóðveldisflokkurin í hesum føri hevur gjørt. Og niðurstøðan er, at tað í hesum føri er talan um eina hending, sum var alment kend og væl lýst, áðrenn Tórbjørn Jacobsen gjørdist landsstýrismaður, og sum einki hevur við hansara embætisførslu at gera.

? Málið kemur upp, tí talan eftirfylgjandi verður um skuldseting fyri óviljað brot á sjólógina í sambandi við skipbrotið, sum skiparin hevur tikið fulla ábyrgd av, sigur formaður Tjóðveldisfloksins í tíðindaskrivinum

Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at tað sambært upplýsingum frá Sjóvinnufyrisitingini er vanlig mannagongd, at skiparar fáa uppskot um bót í sambandi við skipbrot.

? Talan er um hendiligt og óviljað brot, sum ikki fær nakrar víðari avleiðingar fyri skiparan, vísir Høgni Hoydal á.