Finnur Fríði
Tú stoltleiki okkara liggur her.
Hvør linja so vøkur er.
Tú sigla skal um høv so mong
og føra Føroya landi gyltan fong.
Guð gevi manning megi,
landi og fólki til gleði.
(Lena Jacobsen, gumma)
Eitt skip so vakurt, tað liggur her,
skjótt skal tað fara sína fyrstu ferð
yvir hav í ódn og logn
sjómansins arbeiðspláss og ogn.
Guð gævi, tað signing ver
góðan fong til landið ber
eitt prýðiligt far saman við
Trónd í Gøtu
Finnur Fríði er navn títt
frá hesi løtu.
(Anna Hansen, gumma)
Við hesum føgru orðum og góðynskjum doyptu tær báðar, Lena og Anna, nýggjasta skipið í føroyska fiskiskipaflotanum, Finn Fríða, á Aker Yard Langsten-skipasmiðjuni í Tomrefjørðinum í Noregi leygardagin.
Tað vóru ikki mong, sum frammanundan vistu, hvør skuldi doypa skipið. Tilsamans 11 parteigarar eru í felagnum, og hesir munnu hava útvið 11 konur. Tá ið tú kvøldið fyri spurdi, hvør gumman fór at verða, segði eingin seg vita nakað at siga um tað. Men á bryggjuni hendan dagin, tá ið hátíðarløtan skuldi vera, blivu tvær kvinnur "burtur" ? kona reiðaran, Lena og kona skiparan, Anna.
Løtan byrjaði við hornatónleiki. Tað vóru ungdómar, sum blástu í síni ljóðføri á einum flaka, ið lá við munnan á stóru høllini, har Finnur Fríði flaggskrýddur lá øðrumegin og ein nýggjur supply-bátur hinumegin.
Tá ið so hornatónleikurin helt uppat, og hæddarpunktið nærkaðist, fór ein hurð á skipasmiðjuni upp. Út komu tær báðar ? í vøkrum føroyskum búnum og við hvør sínum blómuprýði í hondini. Saman við skipasmiðjustjóranum, Sigbjørn Akselvoll, sum nógvir føroyingar kenna, trinu tær á pallin. Við uppgongdina til pallin, hekk eitt norskt flagg til vinstru ? og føroyska Merkið til høgru.
Jú, hetta var ein rættilig hátíðarløta, har einir fimti føroyingar ? kendir sum minni kendir - og fleiri norðmenn vóru hjástæddir. Allir parteigararnir í felagnum, Krossbrekka, sum eigur skipið, vóru í føroyskum klæðum, einir 4-5 mans á fyrsta sinni! Fleiri av kvinnunum vóru eisini í føroyskum klæðum, og tí vóru tað serliga føroyingarnir, sum fangaðu eyga undir hátíðarhaldinum.
Áðrenn sjálvur dópurin fór fram, segði Sigbjørn nøkur orð. Hann greiddi frá fyrimyndarliga samstarvinum, sum verið hevur millum skipasmiðjuna og eigararnar av Finni Fríða. Hann greiddi eisini frá tí samstarvi, sum verið hevur millum føroysk reiðaríir um bygging av skipum á Langsten-skipasmiðjuni, sum hevur bygt mong skip higar til lands.
Fyrsta skipið, føroyingar lótu byggja á Langsten, var nevniliga Suðurvarði ? og seinasta skipið undan Finni Fríða, var Hvilvtenni.
Sigbjørn segði, at tilsamans hevur Langsten-skipasmiðjan bygt meira enn ein kilometur av "skipum" til Føroya ? og tað er ikki lítið.
Lena las fyrst nøkur orð upp um "? stoltleika okkara, sum liggur her? hvør linja so vøkur er". Síðan tók Anna orðið, og tá ið hon hevði lisið seinastu reglurnar, "? eitt prýðiligt far saman við Trónd í Gøtu? Finnur Fríði er navn títt frá hesi løtu?", sendi Lena sjampanjufløskuna móti skipssíðuni ? og hon fór í knús!
Tá ið skipið var navngivið, fór reiðarin, Jákup Jacobsen, á pallin.
Hann takkaði fyrst øllum, sum komin vóru saman til navngevingina av bygginummari 192 á Aker Langsten A/S.
- Grundarsteinurin til løtuna, vit eru saman um í dag, varð lagdur í 1985, tá ið felagið, P/F Varðin, varð stovnað av 16 parteigarum, harav 12 búði í Gøtu. Um hetta mundið vóru umleið 900 fólk heimahoyrandi í kommununi.
Jákup segði, at endamálið við stovnanini av Varðanum var at byggja eitt skip til parteigararnar, so hesir høvdu møguleikan at fáa eitt lønandi arbeiðspláss á havinum.
- Tann 31. august 1985 varð sáttmáli undirskrivaður við Hellesøy Skibsbyggeri A/S um ein nýbygning, sum skuldi vera eitt kombinerað nóta-og trolskip, ið skuldi veiða pelagiskan fisk.
Hann segði, at bygginummarið bleiv 113, og navnið Tróndur í Gøtu.
- Tað vóru Skibsteknisk A/S í Ålesund, sum teknaðu skipið, og primusmotorurin aftanfyri hendan partin av projektinum var norðmaðurin, Teige, sum vit eftirhondini kenna sera væl.
Jákup segði, at í ár 2000 keyptu teir eitt skip aftrat. Hetta var nótabáturin, Finnur Fríði, sum er bygdur í 1971. Árið eftir keyptu teir so enn eitt skip. Hesaferð var tað nótabáturin, Saksaberg, sum er bygdur í 1973.
- Finnur Fríði og Saksaberg eru tveir lutfalsliga gamlir bátar, sum samanlagt eru 62 ára gamlir. Tí eru teir heldur ikki væl egnaðir, tá ið hugsað verður um "den automatiske verden", vit liva í, sum Jákup tók til.
Hann vísti á, at reiðaríið tí fór at hugsa um eitt nýtt skip, sum kundi koma í flotan í staðin fyri teir báðar gomlu.
- Tankin gjørdist veruleiki í 2001 eftir, at reiðarí og parteigararnir í felagnum gjølliga høvdu tosað um støðuna.
Og reiðarin helt fram:
- Kósin varð sett eysturyvir, og vit lendu enn einaferð hjá Skibsteknisk A/S í Ålesund. Tað tók ikki langa tíð hjá Teige at sannføra okkum um hugskotið á tekniborðinum.
Jákup segði, at Teige var ógvuliga áhugaður í at taka hesa uppgávu uppá seg og segði, at hann skuldi "designa" eitt skip, sum skuldi gera øllum øðrum pelagiskum skipum til skammar?
- Vit bóðu um tilboð frá fleiri norskum og donskum skipasmiðjum, sum øll vórðu viðgjørd undir ábyrgd. Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn vit fóru í realitetssamráðingar við Langsten í Tomrefjørðinum, sum høvdu bíligasta tilboðið - og 11. juli 2002 varð sáttmálin undirskrivaður.
Reiðarin segði, at arbeiðið, sum gjørt er ? heilt frá tekniborðinum til skipið, sum nú er navngivið - er fyrimyndarligt.
- Hetta er eitt skip, vit øll kunnu vera errin av.
Hann greiddi frá, at ein bygginevnd hevur tikið sær av uppgávunum fyri felagið, og í hesi nevnd hava sitið tveir maskinmenn, Tummas og Dávid og ein av brúnni, Arne, sum verður skipari á Finni Fríða.
Hesir hava allir gjørt eitt ábyrgdarfult arbeiði, sum reiðaríið er ógvuliga fegin um og takksamt fyri.
- At vit eru farnir undir eina so stóra byggiætlan, er ikki minst við atliti til eina stabila manning, sum vit hava havt í reiðarínum, har fleiri hava siglt við Tróndi í Gøtu tey nógvu av teimum skjótt 18 árunum, síðan skipið fór í vinnu.
Vegna reiðaríið, takkaði Jákup Langsten-skipasmiðjuni og hvørjum einstøkum arbeiðsmanni fyri gott samstarv. Somuleiðis takkaði hann Skibsteknisk í Ålesund fyri tað, sum teir hava gjørt.
Reiðarin takkaði eisini fíggingarstovnunum fyri tað álit, teir hava á hesi stóru verkætlan.
Hann tók saman um og segði, at tá ið 11 parteigarar í dag eru eftir av teimum 16, sum upprunaliga vóru við, er talan um náttúrliga frágongd.
Í røðu síni segði hann, at ein av monnunum, sum átti í skipinum, fekk álvarsligan skaða umborð og doyði.
Hann vendi sær í hesum sambandi til øll, ið samankomin vóru, um at minnast mannin við tøgn eitt bil.
?
Eftir at skipið varð navngivið og røður vóru hildnar, varð bjóðað til ábit á Landsten-skipasmiðjuni, har øll fingu smurt breyð og leskandi aftur við. Við hesa løtu vórðu eisini gávur handaðar.
Nýggi Finnur Fríði er 76,40 metrar langur, 15 metrar breiður og gongur 17 míl.
Sosialurin fer at venda aftur til Finn Fríða og ferðina í Noregi í vikuni