Skipini fiskaðu ikki alla kvotuna

- Í vertíðini hesaferð hava vit mist fiskitíð, tí skipini hava havt onkrar óvæntaðar trupulleikar, sigur Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fiskað sløk 3000 tons av gulllaksi í vertíðini í ár.

 

 

Gulllaksavertíðin er av á hesum sinni, og eins og onnur ár hava trý partrolarapør fiskað gulllaks síðan fyrru hálvu av apríl. Pørini eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, Polarhav og Stjørnan og Fuglberg og Skoraberg, sum eru fyrrverandi Vestmenningur og Fram.

 

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landaðu seinastu gulllaksalastina hin 30. juli. Fuglberg og Skoraberg landaðu í gjár, og í dag landa Polarhav og Stjørnan sína seinastu gulllaksalast á hesum sinni. 

 

Øll seks skipini høvdu eina kvotu í part á 1950 tons, soleiðis at hvørt parið kundi fiskað 3900 tons. Hetta gevur eina samlaða gulllaksakvotu á 11.700 tons, sum er heildarkvotan í ár. Men, nú vertíðin er av, hava ikki øll skipini fiskað alla sína kvotu.

 

Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum, sum partrolar saman við Eysturbúgvanum, sigur, at veiðan hjá báðum skipunum av gulllaksi hesaferð er sløk 3000 tons. Soleiðis eru umleið 900 tons, sum ikki eru fiskað av tí kvotu, sum skipini høvdu.

 

- Í vertíðini hesaferð hava vit mist nakað av fiskitíð, tí skipini hava havt onkrar óvæntaðar trupulleikar. Talan hevur ikki verið um teir heilt stóru trupulleikarnar hvør sær, men tilsamans hava vit mist fiskitíð. Ein trupulleiki hevur verið, at vit hava bíðað eftir eykalutum.

 

Reiðarin vísir á, at Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava landað allan gulllaksin á Toftum. Fiskurin er síðan koyrdur til Leirvíkar, har hann er virkaður til fars á Tavuni. Prísurin hevur verið lægri enn teir, sum eiga skipini, høvdu vónað.

 

- Nú verður riggað til at fara á makrelveiði, og eg vænti, at loyst verður um nakrar dagar. Tað er trupult at siga, hvørjar vónirnar til makrelin eru í løtuni, tí enn hevur ikki verið tað nógva at fingið í føroyskum sjógvi. Men, vit vóna, at hetta fer at eydnast.

 

Dánjal í Skálum leggur aftrat, at høvuðsveiðan hjá Vesturbúgvanum og Eysturbúgvanum er upsi, og her hevur fiskiskapurin í longri tíð verið misjavnur. Onkur skip gera góð hál, men upsaveiðan hevur verið óstøðug seinnu árini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava fiskað sløk 3000 tons av gulllaksi í vertíðini í ár.