Müller ættin í Føroyum er sera kend. Ein tann kendasti í ættini er kaparaskiparin Mikkjal Müller. Men fá munnu vita, at hansara skipskista saman við eini korðu er í bóndagarðinum inni á Sundi, hagar Müller ættin eisini er komin.
Hetta gevur eitt frálíkt høvi til at greiða frá upprunaliga ognarmannin til hesa kistu og um Müller ættina á Sundi. Í hesum sambandi verður eisini komið inn á ættarsambandið millum Sund og blaðstjóran á Sosialinum.
Mikkjal Müller var føddur í 1785 í Hvalba, og hann doyði í 1849. Í 1807 fekk hann stýrimansprógv og undir sjey ára krígnum millum Ongland og Danmark førdi hann fleiri kaparaskip. Hann átti sjálvur eitt lítið far, einans trý tons til støddar, ið varð nevnt Røver Fienden, sum hevði kanón og 10 manns umborð. Í 1808 fekk hann kaparaloyvi frá donskum myndugleikum.
Seinni átti hann og var skipari á størri kaparaskipum, uppgávan var at taka fíggindaskip við tess vørum.
Mikkjali longdist tó aftur til Føroya, hann kom aftur í 1826. Hann fór tá at føra Thorshavn, sum gjørdist eitt farmaskip, sum sigldi við koli millum Havn og Hvalba. Teir fóru eisini at royna fiskiskap við snøri, men skipið var ikki egnað til hesa veiðu. Seinni fóru teir at royna eftir sild, og staðfest varð at sild var til. Pløyen amtmaður hevði stórar vónir til hesa veiðu, men hetta hildnaðist kortini illa.
Mikkjal var eisini á øðrum økjum framburðsmaður. Saman við Jens Davidsen íbirtir hann í 1826 eitt lestrarfelag, sum var fyrsti spírin til landsbókasavnið.
Tað var eisini Mikkjal, sum bygdi part av tí gamla húsinum hjá Müller, sum er áfast við Trygd, har tað enntá hevur verið løgtingshús.
Gjørdist pápi
Mikkjal var ógiftur, men púra einki hevur hann ikki fingist við konufólk. Nena Danielsen greiðir frá, at beiggi hennara Niclas Mikkelsen í Syðrugøtu hevur funnið fram til, at olduromma teirra, og tippoldurommma hjá tí, sum skrivar hetta, Sigga Johannesdatter úr Fuglafirði, fekk eina dóttir saman við honum 21. september 1828. Hon er tá arbeiðsgenta hjá sýslumanninum Rasmus Müller, sum var beiggi Mikkjal, sum tá var 43 ára gamal. Gentan man hava verið sera ússalig og verður heimadoypt. Vitni eru Madam Müller, sum man vera mamma Mikkjal, og »Joen Christiansens kone, Maren Johannesdatter.« Gentan doyr tó dagin eftir.
Sigga giftist við einkjumanninum Mikael Mikkelsen 25. mai 1831 í Havnar Kirkju. Ein sonur, Jóannes, giftist í Syðrugøtu og ein annar, Poul; giftist til Eiðis. Ein dóttir var Anna giftist Jacob Samuelsen, ættaður úr Hósvík. Sigga gjørdist tískil ættarmóður til eitt stórt tal av føroyingum. Millum hesar teir, sum eita av Lofti, í Stórustovu og nógvar av teimum, sum eita Mikkelsen. Hetta er tó ein onnur áhugaverd søga, sum komast kann aftur til.
Inger gerst bóndakona á Sundi
Beiggi Mikkjal, Rasmus Müller, átti hesi børnini
1. Hans Christoffer Müller, f. 1818, giftur við Maren Christine Olsen. Tey bæði áttu a. Rasmus, sum var kolonistjóri í Grønlandi, b. Søren Emil, giftur við Margrethe Olsen úr Trøð í Havn, c. Sigrid gift í Danmark, d. Poul kolonistjóri í Grønlandi, e. Petra gift við Jens Olsen, keypmanni í Trøð, sum rak Handilsforeiningina, f. Amalie gift við Johan Reinert Joensen, kolonistjóri í Grønlandi, vanliga kallaður Grønlands Johan og g. Hans Christian Müller, ið búsettist í USA.
2. Inger Müller (1820-1898) var fyrst gift við Hans Vang Bærentsen, bónda á Sundi. Tá ið hann doyði umleið 1851 eftir eitt stutt hjúnarlagi giftist hon við Tummas Edvard Petersen (1830-1889) úr Kaldbak, og gjørdist hann bóndi á Sundi. Tað var Inger, sum keypti skipskistuna hjá Mikkjal á uppboði. Annars verður sagt, at Inger átti pengar í Oyggjafelagnum, sum var eitt reiðarí, har bróðursonurin Søren var stjóri. Tá ið Oyggjafelagið fór á húsagang, misti hon hendan pening.
3. Johan Michael, bøkjari
4. Cathrine gift við Gudmund Effersøe, sýslumann í Suðuroy. Tey áttu Rasmus, Poul og Oliver Effersøe.
5. Christian Ludvig Müller, Kvívík
6. Anna, ógift.
Sonur Inger og Hans, Hans Vang Bærentsen (1850-1934) var giftur við Benadiktu (1857-1920), sum var úr Kvívík.
Mammurnar vóru systrar, og tí er hesin Hans Vang Bærentsen og Rasmus Effersøe systkinabørn, sum greitt hevur verið frá.
Hans fór norð á Hellu at hjálpa til á bóndagarðinum. Her hitti hann Benadiktu, og tey giftust.
Síðan doyr Tummas, stjúkpápin, bert 59 ára gaml. Tann elsti ommusonurin hjá Ingu var ætlaður at taka garðin, men hann var tá bara 10 ár. Tá fóru Hans og Benadikta til Sund, og hann festir garðin. Tey byggja hesi verandi húsini, sum eru eitt kopi av Helluhúsunum. Nógvur stórviður varð brúktur aftur av teimum gomlu húsunum.
Sá tá Jørgin á Nesi gekk burtur
Hans Vang Bærentsen bóndi á Sundi (maður Benadiktu) hevði evnir at síggja hendingar og vanlukkur áðenn tær hendu. Hann sá yvir seg, sum tey søgdu. Ein slík vanlukka, sum hann sá, var tá ið Jørgin á Nesi gekk burtur í 1911. Jørgin á Nesi, sum tá var 69 ár, var í Havn við báti. Við sær hevði hann tveir stórar dreingir og eina fjúrtan ára gamla gentu, sum skuldi keypa sær okkurt til konfirmatiónína hjá sær. Hann var abbi at hesum børnum. Umframt vóru tvey onnur børn.
Sundsbóndin Hans var eisini í Havn við báti tann sama dagin. Hans og Jørgin á Nesi kendust væl, og tá ið Hans fór úr Havn, hittust teir í Vágsbotni. Teir práta so har eina løtu, og Hans fer so av stað, áðrenn Jørgin fer. Hans og teir, sum við honum eru, rógva so út eftir vágni. Men tá ið teir koma á Skansatanga, sær Hans bátin hjá Jørgin á Nesi koma siglandi inn um Skansatanga beint ímóti vindinum. Men tað kundi ikki passa, tí Jørgin á Nesi var framvegis inni í Vágsbotni. Teir høvdu júst sagt farvæl við hvønn annan fyri løtu síðani.Tá ið Jørgin á Nesi seinni sama dag fór úr Havn, varð báturin tikin av eini hvirlu og kollsigldi nakað niðanfyri Hvítanes. Hvitanesmenn hoyrdu neyðarróp og fóru til hjálpar. Jørgin druknaði saman við tveimum av abbabørnunum.
Bóndafólkini aftaná Hans og Benadiktu vóri Jákup (1886-1934) og Ulla (1902-1990). Jákup doyði knappliga bert 48 ára gamal. Ulla sat eftir við otta børnum, tað elsta var 11 ár. Fleiri av børnunum fóru aðra staðni at vera. Ulla sat einkja í ikki færri enn 56 ár.
Bóndafólkini eftir tvey vóru Hans Bærentsen (1923-1990) og Tóra f. Larsen (1925-). Sum fyrr greitt frá var Hans smádrongur, tá pápin doyði, hann mátti bíða við at festa, til hann gjørdist myndigur. Í dag situr Tóra við festinum.
Góð viðurskifti millum Sunda og Hvítanes
Nena Danielsen, sum var gift við Sigurd Danielsen, ættaður av Hvítanesi, sigur frá, at mamma Sigurd var Inga, gift við Dánjal á Hvítanesi. Hon var dóttir Sigrid og Johannes Joensen úr Kaldbak. Sigrid var hálvsystir Hans Vang Bærentsen. Tískil hevur Sigrid verið dóttir Ingu Müller og seinna mann hennara Tummas. Nena eigur ein porselensfigur av kvinnu, sum situr á einum rossi, sum Sigrid arvaði eftir Inger.
Sum Nena hevur frætt av Hvítanesi, var Benadikta eitt framúr menniskja. Hon var kend fyri at vera serliga góð við børnini, sum komu inn hagar. Sambandið millum Sund og Hvítanes var serliga gott í hennara tíð. Verfaðir Nenu plagdi at taka til, hvussu gott tað var at koma inn á Sund hjá hvítanesbørnum.
Benadikta var sera blíð og vildi altíð hava børnini at gista, tá ið tey komu inn á Sund, hóast Hvítanes ikki var so langt burtur. Hon vildi ikki lata tey ganga millum bygdirnar á kvøldi.
Mia hjá Martin á Hvítanesi, sum búði niðri, skrivaði eina ferð í bløðunum, at hon mintist Sund sum eina oasu hjá Hvítanesbørnum at koma til, og hevur hetta eisini verið í Ullusa tíð.
Tað hevur eisini verið sera væl millum bóndahúsini á Sundi og teimum hjá Sigurd Danielsen í tíðini hjá Tóru og Hans.
Beiggi Inger - Hans Christoffer Müller
Tann eldri H. C. Müller var kendur sum sýslumaður í 54 ár. Hann var føddur í 1818 og doyði í 1898. Hann hevur verið óvanliga gløggur. Hann var bert 20 ára gamal, tá ið hann gjørdist settur sýslumaður eftur pápa sín Rasmus. 25 ára gamal varð hann settur fast í hetta starv. Í 1852 varð hann valdur inn á ting og sat í 28 ár. Í 30 ár umboðaði hann Føroyar í ríkisráðnum, landstinginum og fólkatinginum. Í 1869 fekk hann um hendi postavgreiðsluna í Havn og gjørdist eisini umboðsmaður fyri DFDS, sum sigldi við ferðamannaskipi millum Føroyar og mest Danmark.
Hann hevði onnur álitisstørv, var millum annað til tíðir settur fúti og dómari, hóast hann einki prógv hevði av nøkrum slag.
H. C. var eisini sjálvlærdur vísindamaður og var hetta serliga innan fugl og egg. Hann hevði eitt stórt savn av eggum og fugli, sum hann skrivaði bøkur um. Hann var eisini sera málkønur.
Men tað mest hugtakandi er at lesa um hansara menniskjansligu eginleikar. Hann umgekk báði høg og lág, sum tað plagar at verða sagt, og hann gjørdu ikki mun á nøkrum.
Søren Müller
Ein sonur H. C. Müller var Søren Emil, og tað er hann, sum er upprunin til Müllers pakkhús. Søren, sum var føddur í 1856 og doyði í 1922, var ein av undangongumonnunum at fáa sluppir til Føroya seinast í 1880 talinum, og var pakkhúsið bygt til at seyma segl í. Her tóku sluppirnar eisini salt og aðra útgerð. Eitt skifti átti hann heilar 13 sluppir. Søren átti eisini nógva jørð, og á ungum árum gjørdist hann eisini løgfrøðingur. Hann var eisini virkin í politikki, var valdur á ting fyri sambandsflokkin. Í átta ár var hann býráðsformaður í Havn. Tað skal eisini sigast, at hann var við til at stovna skipasmiðjuna á Skála, sum í dag er eitt virkið minni um Søren.
H. C. yngri og kona hansara Ebba
Ein sonur Søren var Hans Christoffer, sum tók yvur reiðaravirkið hjá pápanum. Hann var niðri og las, tá hitti hann Ebbu, bróðurdóttir Carl T Zahle, kendur radikalur politikari, sum eitt skifti var forsætismálaráðharri í Danmark. Tey giftust í 1916, tá tey fluttu til Føroyar. Hann var eisini ein gløggur maður. Var amtsfulltrúi og onkuntíð settur amtmaður. Hann gjørdist eisini formaður í Føroya Reiðarafelag, og tá ið hann doyði longu í 1925 fekk hann besta ummæli í FF-blaðnum frá fiskimannafelagnum.
Tá maðurin var deyður, kundi Ebba eins væl verið farin aftur til Danmarkar við báðum synunum Ebbe og Eiden. Men hon valdi at verða verandi í Føroyum, og hon kom at føra virkið hjá manninum víðari. Hon gjørdist enntá eisini formaður í Reiðarafelagnum, og sigur hetta ikki so lítið um tað álit, menn hava havt á henni. Eiden skrivar í sínum endurminningum, at hann veit ikki øvugt orð hava fallið millum mammu hansara og hennara mótpart í sáttmálasamráðingum. Tað skal eisini vera nevnt, at Ebba var sera sosialt sinnað. Tá Nólsoy gekk burtur í 1934, syrgdi hon fyri at senda fisk at turka norður til Hósvíkar. Tað vóru serliga nógvir hósvíkingar við Nólsoynni, hon vildi á hendan hátt útvega teimum eftirsitandi arbeiði og harvið lønarinntøku. Á eldri árum var hon kend fyri Asylforeningen, sum gjørdi vælgerandi arbeiði.
Ebba var mamma Eiden, sum var pápi Jan Müller, og hervið hevur hann fingið ein fittligan part av síni ættarsøgu.